Kappróður

Sverri hevur róð seg í finaluna

Við einum øðrum plássi tryggjaði Sverri Sandberg Nielsen sær eitt finalupláss í World Cup-kappingini í Sveis.

(Mynd: Rógvi Langgaard / Føroya Tele)

(Mynd: Rógvi Langgaard / Føroya Tele)

2021-05-22 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sverri Sandberg Nielsen er í finaluni í World Cup II kappingini í Sveis. Hann róð seg í dag til eitt annað pláss í hálvfinaluni við tíðini 7.10.17.

Sverri legði seg annars á odda beinanvegin, men tá 500 metrar vóru eftir á mál fór týski Olivier Ziedler framvið, og vann við tíðini 7.09.09.

Finalan í einkult skullara hjá monnum verður í morgin klokkan 11:29 føroyska tíð.

Til ber at fylgja við á worldrowing.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder