Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen gjørdist í gjár Danmarksmeistari í inniróðri á 2.000 metrar.
Tað gjørdi hann við tíðini 5.45.04, eitt sekund frammanfyri nummar tvey í kappingini, Joachim Sutton.
Hendan kappingin hevur verið eitt sindur øðrvísi, tí luttakarar róðu í frástøðu, hvør sær, og so hava teir verið knýttir saman umvegis teldu.
– Vit sótu allir har í venjingarrúminum hjá okkum, og so hava fólk bara sitið í antin kjallarum, garagum, ella í teirra egnu klubbum, og tað var ein eitt sindur øðrvísi uppliving, sigur Sverri Sandberg Nielsen við Kringvarpið.
Tað er gott, heldur hann, at tað ber til at skipa fyri kappingum á hendan hátt, og at eitt nú føroyingar kunnu luttaka uttan at noyðast at fara niður til Danmarkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald