Fríggjadagin vann Sverri Sandberg Nielsen ein tryggan sigur í innleiðandi róðrinum í Tokyo, og í fjórðingsfinaluni beint áðrenn klokkan fýra í nátt var 27 ára gamli miðvingurin aftur fyrstur á mál.
Fjórðingsfinalan varð framskundað frá mánadag til sunnudag vegna veður, men hetta sá ikki út til at hava nakra ávirkan á fyrireikingarnar hjá Sverra. Tá hann var komin hálva leið, var hann longu 3,47 sekund frammanfyri nærmasta kappingarneytan, Alexander Vyazovkin, og helt hann fram at dominera restina av róðrinum.
Sverri vann fjórðingsfinaluna við tíðini 7.10.52, og var hann heili 7,13 sekund áðrenn kanadiska Trevor Jones, sum endaði sum nummar tvey. Nummar trý gjørdist russiski Alexander Vyazovkin, ið kom á mál 9,52 sekund aftaná Sverra.
Sverri Sandberg Nielsen hevur sostatt róð seg í hálvfinaluna, sum verður hósdagin, ólavsøkudag klokkan 3.10 føroyska tíð. Upprunaliga var ætlanin, at hálvfinalan skuldi rógvast mikudagin 28. juli, men enn einaferð má tíðarætlanin broytast vegna veður, skrivar danska landsliðið í rógving, sum Sverri umboðar.
Í hálvfinaluni skal Sverri kappast móti japanska Ryuta Arakawa, ungarska Bendeguz Petervari-Molnar, russiska Alexander Vyazovkin, grikska Stefanos Ntouskos, og týska Oliver Zeidler.
Úrslit frá 2. fjórðingsfinaluni í einskullara hjá monnum
1. Sverri Sandberg Nielsen, Danmark/Føroyar: 7.10.52
2. Trevor Jones, Kanada: 7.17.65
3. Alexander Vyazovkin, Russland: 7.20.04
4. Onat Kazakli, Turkaland: 7.32.86
5. Dara Alizadeh, Bermuda: 7.35.73
6. Peter Purcell-Gilpin, Zimbabwe: 7.37.97
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald