Í august í fjør varð greitt, at miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen hevði tryggjað sær pláss til OL í Tokyo, sum skuldi vera í summar.
Orsakað av koronafarsóttini varð avgerð tó tikin um at útseta OL til summarið 2021, og í mars kunngjørdi Danmarks Idrætsforbund, at tey, sum høvdu tryggað sær pláss til leikirnar, ikki fóru at missa tey.
Í dag boðar Danmarks Idrætsforbund so endaliga frá í tíðindaskrivi, at Sverri Sandberg Nielsen er millum tey, sum skulu umboða Danmark í rógving í Tokyo.
– Eg eri sera glaður fyri, at tað nú er endaliga váttað, at eg eri úttikin til OL. Tað verður heilt vist ein stór og øðrvísi uppliving, og eg gleði meg heilt ómetaliga nógv til at umboða Danmark og Føroyar í Tokyo, sigur 27 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen.
Sverri Sandberg Nielsen er úr Miðvági, men síðan 2011 hevur hann búð í Bagsværd í Danmark.
Hóast føroyski rógvarin hevur vunnið fleiri heiðursmerki í einskullara í altjóða kappingum seinastu árini, sær hann ikki seg sjálvan sum ein favoritt at vinna OL heiðursmerki.
– Eg hevði sjálvandi ikki brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta, um eg ikki altíð fór eftir sigrinum. Tað fari eg sjálvandi, men tá tað so er sagt, so er OL eitt risatiltak og eitt heilt serligt tiltak, har alt kann henda. Har eru nógv sera sterk nøvn, sum fara at kappast um heiðursmerkini, so tað verður torført, sigur miðvingurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald