Seinasta umfar í høvuðsumfarinum í EM í manshondbólti, sum í hesum døgum er í Ungarn og Slovakia, fer í gongd um eina løtu.
Tað eru Pólland og Spania, ið spæla. Spaniólar eru stórfavorittar og spæla seg so gott sum víðari við sigri.
Dysturin millum týskarar og russar hevur einki at siga, men tað verður í øllum førum stórur spenningur í kvøld, tá nábúgvar hittast í Bratislava. Tá høvuðsumfarið byrjaði, høvdu Svøríki og Noreg einki stig við sær, sum Týskland, Russland og Spania høvdu, men bæði sviar og norðmenn hava vunnið sínar tríggjar dystir higartil.
Í kvøld er so avgerðandi dysturin. Um Spania ikki vinnur, so er tað nóg mikið hjá báðum við javnleiki, men Svøríki hevur tapt fyri Spania í innleiðandi bólkaspælinum, og stendur tí við verri kortum á hondini, um tað løgna skuldi hent, at báðir dystirnir endað við javnleiki. Í øllum førum fer vinnarin av dystinum víðari - Noreg, ið vann á spaniólum í vikuskiftinum, kann standa seg við tapi, um Spania eisini tapir, ella við javnleiki.
Í morgin er stórur dagur fyri Ísland, sum skal vinna á Montenegro, samstundis sum Danmark skal vinna á Fraklandi. Um hetta hendir vinna danir, ið tryggjaðu sær hálvfinalupláss við stórsigri á Niðurlondum í gjár, sær fyrsta plássið í bólkinum, og so fer Ísland víðari sum tvey'ari. Harvið er ein góður møguleiki fyri, at minst trý Norðanlond vera at síggja í EM-hálvfinalunum fríggjakvøldiå
EM-høvuðsumfar - bólkur 2
4. og seinasta umfar - í dag, týsdagin 25.01:
14.30: Pólland - Spania
17.00: Týskland - Russland
19.30: Svøríki - Noreg
Støðan:
Noreg 6 stig
Spania 6 stig
Svøríki 6 stig
Russland 3 stig
Týskland 2 stig
Pólland 1 stig
Bólkur 2
4. og seinasta umfar - í morgin, mikudagin 26.01:
Støðan:
Danmark 8 stig
Frakland 6 stig
Ísland 4 stig
Niðurlond 2 stig
Montenegro 2 stig
Kroatia 2 stig
14.30: Ísland - Montenegro
17.00: Kroatia - Holland
19.30: Danmark - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald