Pólland megnaði akkurat ikki at knógva Spania fyrr í dag, og so varð lagt upp til beinleiðis skandinaviska finalu í Bratislava í kvøld:
Vinnarin tók hálvfinaluplássið í EM-endaspælinum, taptin var úti - Noreg hevði nóg mikið við javnleiki.
(Mynd: EPA)
Tað sá leingi út út til, at Sander Sagosen og hinir fóru at megna tað. Noreg var greitt omaná í fyrra hálvleiki móti sviium, ið fingið lítið burturúr í sínum spæli. Beint fyri steðgin var munurin seks mál, men Svøríki fekk tó minkað um munin til eitt mál.
Í seinna hálvu gekst betri hjá HM-silvurvinnarunum og komu teir einaferð á 17-18. Noreg økti tó um munin aftur, og kom aftur á pluss fýra. Sviar hildu tó áfram at stríðast, og seinastu sjey minuttirnar vann liðið hjá Glenn Solberg - norska venjaranum hjá Svøríki - 6-1. Teir seinastu minuttirnir varð støðan 4-0, og Valter Chrint avgjørdi við brotsskasti heilt ímóti endanum.
(Mynd: EPA)
So var stórur fagnaður á teimum í gulum, meðan norðmenn irðaðu seg - Noreg var í finaluni til seinasta EM-endaspælið. Í hálvfinaluni skal Svøríki, sum tað nú sær út, møta Danmark. Um Frakland tó vinnur á dønum í annaðkvøld, so eru tað fraklendingar og sviar í bresta saman í hálvfinalunum fríggjakvøldið. Ísland hevur tørv á sigri á Montenego í morgin, og at danir síðani vinna á Fraklandi.
EM-høvuðsumfar - bólkur 2
4. og seinasta umfar - í dag, týsdagin 25.01:
Pólland - Spania 28-29
Týskland - Russland 30-29
Svøríki - Noreg 24-23
Støðan:
Spania 8 stig
Svøríki 8 stig
Noreg 6 stig
Týskland 4 stig
Russland 3 stig
Pólland 1 stig
Bólkur 2
4. og seinasta umfar - í morgin, mikudagin 26.01:
Støðan:
Danmark 8 stig
Frakland 6 stig
Ísland 4 stig
Niðurlond 2 stig
Montenegro 2 stig
Kroatia 2 stig
14.30: Ísland - Montenegro
17.00: Kroatia - Holland
19.30: Danmark - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald