
Ein av dystunum í fremstu svensku mansdeildini í gjárkvøldið var millum tey bæði liðini í deildini, sum hava føroyskar spælarar í hópinum.
IK Sävehof, við Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, tók ímóti Róa Ellefsen á Skipagøtu og IF Hallby.
Tað er tætt millum svensku liðini í stríðnum um endaspælsplássini, men Sävehof stendur heilt væl í tí, nú fimm umfør resta í. Hallby liggur á tó á tí síðsta av hesum endaspælsplássunum, og við úrslitinum 31-31 í Partille í gjár heldur Hallby sær har.
Tap var annars í hendi hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu. Heimaliðið var á odda við einum máli í steðginum, og við fimm málum einaferð í seinna helmingi av 2. hálvleiki (26-21)
Teir á útiliðnum fullu tó ikki í fátt, og Sävehof steðgaði upp seinastu minuttirnar. IF Hallby javnaði til 31-31 í seinasta minutti; eitt stig sum kann fáa ógvuliga stóran týdning fyri Róa og teir.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skeyt tvey mál í Partille. Systkinabarnið skoraði átta ferðir og legði upp til seks mál afturat. Óli Mittún varð toppskjútti í dystinum - Ísak Vedelsbøl er ikki skrásettur fyri nakað mál.
Óli Mittún er í løtuni toppskjútti í svensku deildini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald