
- Tað var ikki eitt eyga turt. Tað var nakað so stórt.
Tað var ein serstøk løta, tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í gjár sang seg - og Danmark í Eurovision-finaluna í Basel. Tískil var tað sjálvandi eisini serstakt fyri familjuna hjá føroysku songkvinnuna, sum var til staðar í St. Jakobshalle.
Sí eisini: Errin av at vera føroyingur
Tað var tí ein ógvuliga errin systur, sum Portalurin fekk orð á seinnapartin
Fía Niclasen er ein av trimum systrum hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen. Tá vit tosaðu við hana í Herning eftir DMGP-sigurin 1. mars, segði Fía, at tey fóru beint at hyggja eftir gistingarmøguleikum í Basel.
Fía Niclasen saman við eldru dóttir Sissal Jóhannu, Mikkalinu, í Jyske Bank Boxen
Tættasta familjan hjá Sissal Jóhannu, umframt nøkur vinfólk, hevur seinastu dagarnar verið í Sveis, har tey veruliga hava merkt Eurovision-huglagið.
- Í gjár vitjaðu vit Eurovision Street, Eurovision Square og Eurovision village. Stemningurin í Basel er super góður, fólk og tónleikur er allastaðni - stuttligt at síggja hvussu høgt fólk ganga upp í Eurovision. Býurin ber eisini dám av Eurovision við bannarum og skeltum allastaðni, greiðir Fía frá.
Vit spurdu sjálvandi eisini systur Sissal, hvussu tey sum familja síggja fram til stóru finaluna leygarkvøldið:
- Vit gleða okkum SO nógv til finaluna. Jóhanna er so dugnalig, og tað er jú eitt “once in a lifetime” uppliving - eisini fyri okkum sum familja og vinir. So vit gleða okkum bara til at síggja hana skína á pallinum enn eina ferð.
Fleiri eru komin til Basel at stuðla Sissal. Við sær hevur hon foreldrini og báðar systrarnar umframt nakað afturat. Tilsamans níggju fólk.
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal aftur framføra Hallucination í Sveis í annaðkvøld. Stóra finalan byrjar klokkan 20 føroyska tíð - Sissal er nummar 22 í røðini av sangarum, ið skulu á pallin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald