Fyrstu tjúgu minuttirnar á Swissbank Arena vóru KÍ-leikararnir rættiliga kroystir Heimaliðið trýsti KÍ aftur og rakti træverkið tvær ferðir, og tað gjørdist einaferð vandamikið, tá Deni Pavlovic misti bóltin tætt við egið mál. KÍ var tó vælskipað, og sum hálvleikurin leið gjørdist trýstið væl minni,og færri vandamiklar støður. Í einstøkum løtum megnaði KÍ at halda eitt sindur uppá bóltin og koma longri fram á vøllin.
Stutt fyri hálvleik var KÍ nær við at leggja seg á odda. Uppá ein minutt fekk KÍ tveir risamøguleikar - teir einastu veruligu hjá útiliðnum í dag. Eftir eitt frálíka væl spælt álop fekk málverjin hjá Luzern jústað bóltin til horna, eftir at Páll Klettskarð, sum í kvøld byrjaði inni, stútaði væl eftir gott innlegg frá Simen Sandmæl. Hornasparkið smekkaaði Jóannes Bjartalíð frágerða væl inn til aftaru stong, har Jóannes Kalsø Danielsen varð runnin perfekt, men stútarin beint undir málinum endaði tíverri á yvirleggjaran.
Liðið hjá Mikkjal Thomassen kundi í stóran mun vera við gott mót eftir ein harðan, men góðan 2. hálvleik. Tað var eyðsæð, at Luzern ætlaði sær nøkur mál, og longur tað kom út í 2. hálvleik, størri gjørdist trýstið hjá heimaliðnum - í seinnu helvt av hálvleikinum var tað rein yvirliving. KÍ stóð tó væl ímóti og fekk í fleiri førum ruddað væl burtur, og Kristian Joensen hevði tvær bjargingar í heimsflokki; eina uppá langskot og eina har hann pilkaði skotið tætt undir málinum. Kristian kom eisini frálíka væl út og helt bóltinum væl ella boksaði hann trygt burtur í fleiri førum. Bólturin rakti eisini stongina hjá KÍ tvær ferðir eftir steðgin.
Tað sá út til at halda, og málleysur javnleikur hevði verið eitt sera gott úrslit hjá KÍ ímóti einum mótstøðuliðið, ið týðiliga hevði høgt støði. Stigið hevði eisini verið gott fyri føroyskan fótbólt, men í 93.minutti gekk tað ikki meira. KÍ-liðið var ikki heilt uppá pláss og fekk avvíst, og eftir eina góða bjarging frá Kristiani, einum blokeraðum skotið, eydnaðist tað ikki at verja fyri triðja skotinum.
Eingin ivi er um, at hetta útfrá málroyndum og dystarmynd sum heild var uppiborið. Men eftir at hava avvíst í meira enn 90 minuttir, arbeitt gróthart og við disiplini, og skapt tveir stórar møguleikar fyri at fáa eitt útivallarmál, so var hetta ógvuliga súrt fyri KÍ. Møguleikin at koma víðari er ikki góður, men uppgerðin livir tó enn. Um eina viku hittast liðini á Svangaskarði.
Europa League 2. umfar - fyrri dysturin
25.07, kl.19.15 - Swissporarena
Luzern FC - KÍ 1-0
90' Christian Schneuwly 1-0
Fótbóltur
Tað gekk akkurat ikki hjá KÍ
Tað var nær við, at KÍ fekk eitt heilt gott úrslit í Sveis, men Luzern fekk hol á í yvirtíðini.
Í mun til í fyrsta dystinum hjá KÍ í Europa League í summar, so var avbjóðingin hjá Simen Sandmæl og hinum risastór í kvøld - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-25 21:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald