Fótbóltur

Tailendsku fótbóltsdreingirnir sóu Manchester United vinna á Everton

Teir 12 dreingirnir og venjari teirra vóru á Old Trafford í gjár.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-10-29 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Teir 12 tailendsku dreingirnir og venjari teirra, sum í juli vóru inni innibyrgdir í eini helli í 17 dagar, vóru í gjár í Manchester, har teir sóu Manchester United vinna 2-1 á Everton.

Dreinginir vórðu bjóðaðir til Manchester at síggja ein fótbóltsdyst, tá teir vórðu bjargaðir. Dreingirnir vórðu tá bjóðaðir at koma at síggja fleiri dyst, men tá vóru dreingirnir ov troyttir og fingu viðgerð. Eitt nú vórðu teir noyddir at takka nei at síggja HM finaluni í Russlandi. HM var í gongd meðan dreingirnir vórðu innibyrgdir, skrivar DR.

Í gjár fingu teir so endiliga møguleika at síggja ein fótbóltsdyst á allar hægsta støði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder