2020-10-12 22:45
Sverri Sandberg Nielsen gjørdist sunnudagin evropameistari í einkultskullara í kapping í Póllandi.
Nú kemur hann til Føroya, og móttøka verður fyri miðvinginum í heimbygdini mikukvøldið, boðar Vága kommuna frá.
(Mynd: EPA)
Móttøkan verður á Miðstaðarøkinum í Miðvági mikudagin klokkan 17 til 18.
Øll eru vælkomin, sigur kommunan.
Soleiðis sá út tá Sverri Sandberg Nielsen vann EM-gullið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald