2021-11-12 22:59
Í gjár, hósdagin 11.11, vórðu 48 nýggir koronutilburðir staðfestir í 2.911 kanningum.
Hetta nýggjastu tølini hjá landslæknanum, ið hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
Talið av smittaðum stóð í gjár til at vera 618 - í løtuni eru 583 smittað, og harvið eru nógv ikki longur skrásett sum smittað.
Trý fólk við koronu eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum, sambært corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald