Annað

Talv-HM: Síðsta vanliga talvið í dag

Endar javnt í dag verður farið undir kviktalv og møguliga snartalv í ovurmorgin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-26 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 15 í dag verður 12. og seinasta talvið í HM-kappingini millum Magnus Carlsen og Fabio Caruana telvað í London.

Tað vil siga, at tað er seinasta vanliga langtalvið, sum verður telvað á hesum sinni. Higartil eru øll 11 talvini endað javnt, remis, og sannlíkindini fyri, at eisini tað 12. talvið endar javnt, eru stór.

Tað er avbjóðarin, Fabio Caruana úr USA, sum hevur fyrimunin við hvíta fólkinum á seinasta talvinum.

Endar talvið í dag javnt, so skal heimsmeistaraskapurin avgerast í ovurmorgin, mikudagin.

Tá verða fyrst fýra kviktalv telvað. Enda tey eisini uttan at ein vinnari er funnin, verður farið undir snartalv. Stendur eisini á jøvnum eftir tíggju snartalv, skal heimsmeistaraheitið avgerast við einum sonevndum ’armageddon’-talvi.

Í vanligum langtalvi fáa leikararnir 100 minuttir til fyrstu 40. leikirnar, síðan fáa teir 50 minuttir til teir næstu 20 leikirnar og so 15 minuttir afturat eftir 60. leik. Harafturat fáa teir 30 sekund fyri hvønn leik.

Í kviktalvi fáa leikararnir 25 minuttir og 10 sekund afturat fyri hvønn leik.

Í snartalvi fáa leikararnir fimm minuttir og 3 sekund afturat fyri hvønn leik. Snartalvini verða telvað í pørum, fimm ferðir, tilsamans 10 talv.

Í ’armageddon’ fær leikarin við hvíta fólkinum fimm minuttir, meðan leikarin við svørtum fær fýra minuttir. Ikki fyrr enn eftir 61. leik, verða 3 sekund afturat givin fyri hvønn leik. Skuldi armageddon-talvið endað javn – remis – er tað leikarin við svarta fólkinum, ið verður kosin heimsmeistari.

Undan ’armageddon’-talvinum er lutakast millum telvararnar. Tann, ið vinnur lutakastið, sleppur at velja um hann vil leika við hvíta ella svarta fólkinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder