Annað

Talv: Liðið til NM fyri skúlaungdóm 2019 úttikið

Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað.

Mynd: Faroechess.com

Mynd: Faroechess.com

2018-11-25 12:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Eisini er hugaligt at síggja fleiri luttaka.Kappast varð í fimm bólkum, og nummar eitt og tvey í hvørjum bólki vunnu sær møguleikan at umboða Føroyar í NM-kappingini, sum verður í Íslandi í februar.

Føroysku umboðini til NM-kappingina verða:
Bólkur A (f. 1999 til 2001): Janus Skaale og Eli W. Finnson
Bólkur B (f. 2002 og 2003): Leif Reinert Fjallheim og Flóvin Matras Tummasarson
Bólkur C (f. 2004 og 2005): Benjamin Reinert Fjallheim og Jón Nielsen
Bólkur D (f. 2006 og 2007): Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen
Bólkur E (f. 2008 og seinni): Brestir Samuelsen og Rókur Davidsen

TSF ynskir at takka Rógva Mortensen og Margari Berg fyri stóru hjálpina til kappingina.

Øll úrslitini síggjast við at trýsta her: bólkur Abólkur Bbólkur Cbólkur Dbólkur E

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder