Annað

Talvlandsliðið vann stórsigur á Libya

Føroyska talvlandsliðið er farið undir eina endurreisn eftir íhald og sigursturk í nakrar dagar á talvolympiaduni í GeorgiaÍ át.

Føroyska manningin í dag: F.v.: John Rødgaard, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen

Føroyska manningin í dag: F.v.: John Rødgaard, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen

2018-10-03 07:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Í áttanda umfari í dag eydnaðist at vinna ruddiliga á Libya. Úrslitið var 3½-½. Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu, og John Rødgaard telvaði javnt. 
 
Føroysku telvararnir, sum vunnu, tóku allir ein vága, og eina løtu var óvist, um teir høvdu tamarhald á støðunum. Tíbetur lukkaðist tað hjá øllum trimum at vinna. Martin tóktist eitt sindur sperdur, men óræddur sum altíð helmaði hann ikki í, fyrr enn hann hevði kollrent mótstøðumannin í góðum mótálopi undir herviligum tíðartrýsti. John var síðst liðugur, men mátti sættast við remis.
 
Stórsigurin munaði væl, tí okkara lið hevur nú vunnið seg av 135. plássi fram sum nummar 105 í røðini av teimum 185 liðunum. Men vit skulu longur fram, tí vit eru styrkismettir nummar 76, og har á leið mugu vit royna at halda okkum.
 
Afghanistan í morgin
 
Í níggjunda umfari í morgin skulu Føroyar dystast við hitt krígsherjaða Afghanistan. Teir eru styrkismettir nummar 143, men tað skal helst takast við ávísum fyrivarni, tí telvarar haðani hava rímiligt havt avmarkaðar møguleikar at luttaka í kappingum uttanlands. Tað kann tí hugsast, at samsvar er ikki heilt millum styrkitøl og veruligu styrkina. 
 
Afghanistan fekk sama úrslit móti Botswana sum Føroyar, teir vunnu á San Marino, sum vit plaga at telva ímóti í Smálandakappingini, og í dag vóru teir fyri teprum ósigri móti Japan. Men í roynd og veru er einki at tosa um; vit skulu vinna á Afghanistan. Ikki er greitt, hvør av føroysku telvarunum fær fríumfar í morgin, men Helgi Dam Ziska verður helst við aftur eftir fríumfar í dag.
 
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil:
1 Helgi Dam Ziska 4/6
2 John Rødgaard 2½/6
3 Olaf Berg 3/6
4 Martin Poulsen 4/7
5 Carl Eli Samuelsen 3/6
 
USA á odda
 
OL-meistararnir og favorittarnir USA vunnu í dag toppdystin móti Aserbadsjan, og eru nú á odda í kappingini. 
 
Fabiano Caruana, sum í november skal telva móti Magnus Carlsen í finaluni um HM-heitið sum fyrsti amerikanari síðan Bobby Fischer sigraði í 1972, vann í dag í flottum talvi á 1. borði móti Mamedyarov. Til endans var talvið á 4. borði avgerandi fyri dystin, og har vann amerikanski hvirluvindurin Sam Shankland.
 
Nøkur úrslit í dag: USA-Aserbadsjan 2½-1½, Armenia-Poland 2-2, Kekkia-India 1½-2½, Spania-Týskland 1½-2½, Ísrael-Ongland 1½-2½, Frakland-Ukraina 2½-1½, Kina-Holland 2½-1½, Kroatia-Iran 2½-1½ og Russland-Hvítarussland 3-1.
 
Støðan í toppinum: 1. USA 15 stig 2. Poland 14 3. Aserbadsjan 13 4. India 13 5. Frakland 13 6. Kina 13 7. Armenia 13 8. Týskland 13 9. Ongland 13.
 
Norðurlond: 10. Noreg  37. Svøríki  53. Ísland  56. Danmark  62. Finnland  105. Føroyar.
 
Dystirnir í níggjunda umfari byrja á middegi mikudagin. Telvað verður til fríggjadagin, tá kappingin endar.
 
- Talvsambandið 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder