Fótbóltur

Tap móti Ukreina í fyrstu royndini

U19-landsliðið hjá dreingjum var fyri 3-0 tapið í fyrsta dystinum í Lettlandi.

Nakrir av hesum ið vóru á U17 í fjør, spældu í dag fyri U19 í Póllandi

Nakrir av hesum ið vóru á U17 í fjør, spældu í dag fyri U19 í Póllandi

2018-09-06 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

hesum døgum eru U19-dreingirnir hjá Føroyum í Lettlandi, har sokallaða Federations Cup er á skránni.

Føroyar leiktu fyri løtu síðani móti Ukreina í fyrsta dystinum. Talan gjørdist um eitt 3-0 tap, har føroyingar tó vóru væl við í dystinum tað mesa av tíðini.

Ukreina sat meira á bóltinum og dystinum, og teknisk sterku ukrainarnir góvu føroyingum trupulleikar, tá teir fluttu bóltin skjótt í lítlum skjótt.
 
Smáar tíggju minuttir fyri hálvleiki kom Ukreina á odda. Føroyingarnir mistu bóltin í uppspælinum, og tað revsaði mótsstøðuliði skjótt. Tá eitt korter var eftir, og føroyingar høvdu gjørt fleiri útskiftingar, skoraði Ukreina í samband við eitt hornaspark. Í yvirtíðini kom 3-0 málið.

Liðið hjá Jógvani Martin Olsen stríddist væl, og vísti gott spæl til tíðir, men noyddist at lúta fyri sterku mótsstøðuni.

Leygardagin spæla Føroyar aftur. Tá taka vertirnir, Lettland, ímóti í Riga.


Føroyar – Ukreina 0-3 (0-1)  

Føroyska liðið:
Bjarti V. Mørk - Sjúrður Pauli Nielsen, Andrias Edmundsson, Victor B. Henriksen, Elias El Moustage – Lukas G. Giessing(Filip í Liða), Magnus Holm Jacobsen(Jonn Johannessen), (Óli Eyðsteinsson Poulsen Sølvi Sigvardsen), Hanus Sørensen - Stefan Radosavljevic(Símun Sólheim) - Steffan A. Løkin(Bartal S. Petersen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder