
Føroysku U19-landsliðið hjá dreingjum í fótbólti spældu í gjár seinasta av trimum dystum í Federations Cup í Lettlandi. Tíverri endaði dysturin við 1-0 ósigri fyri Makedonia.
Føroyar høvdu møguleika at avgera dystin, men brendu eitt nú brotsspark seint í dystinum. Makedonar vóru skjótir at revsa føroysku dreingirnar, og skoraðu til endaliga úrslitið 1-0.
Hetta er triðja tapi hjá Føroyum í kappingini. Ukraina vann 3-0 í fyrsta dystinum, og vertirnir úr Lettlandi vunnu 2-0 á føroysku dreingjunum.
Dreingirnir, sum Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevði við í Lettlandi vóru:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Jonn Johannesen, KÍ
Magnus Holm Jacobsen, FCPF (Portugal)
Dann Fróðason, 07 Vestur
Steffan Løkin, NSÍ
Filip í Liða, AB
Bartal S. Petersen, AB
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (Danmark)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Símun Sólheim, HB
Elias El Moustage, Thisted FC (Danmark)
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald