Føroysku U16-kvinnurnar taptu í dag báðar teir fyrstu dystirnar til European Open í Gøteborg.
Fyrri dysturin í dag var móti vertunum úr Svøríki og endaði dysturin 23-15, eftir at Føroyar vóru á odda 10-7 í hálvleikinum. Seinni dysturin, móti Montenegro, endaði 26-18 til Montenegro, eftir hálvleiksstøðuna 12-9 til Montenegro.
Føroyska liðið spældi eina fínan fyrra hálvleik móti Svøríki, har tað serliga var ágangandi verjuspælið, sum riggaði væl. Ferð eftir ferð fiskaðu okkara bóltarnar og fingu fleiri góð og løtt mál. Seinni hálvleikur var ein heilt annar. Svenska liðið strammaði í og vann fyrstu tíggju minuttirnar 7-0 áðrenn okkara svaraðu aftur. Ov nógvar tekniskar villur og heili 4 brend brotskøst gjørdi, at dysturin var farin.
Málskjúttar hjá Føroyum móti Svøríki:
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Silja Geirsdóttir Eystberg 3
Sára Sóleyardóttir Hórðará 2
Katrin Hansen 2
Joan Johannesen 2
Ró Reginsdóttir 1
Helena Magnusardóttir 1
Bára Reginsdóttir 1
Seinni dysturin móti Montenegro var ein annar í mun til hin fyrra. Montenegrinsku leikararnir vóru størri, men eisini tyngri í mun til flytføri. Føroyska liðið byrjaði illa og kom afturum við fleiri málum, áðrenn okkara spakuliga vunnu seg inn í dystin til støðuna 9-9. Tíverri kláraðu okkara ikki at halda stiman og økti Montenegro tað sum var eftir av dystinum. Føroyska liðið gjørdi ov nógvar tekniskar villur og kostaði hetta í fleiri førðum.
Allir leikarar komu á vøllin í dag og vóru fleiri glottar í spælinum. Verjuspælið var til tíðir gott og høvdu okkara málverjar fleiri góðar bjargingar. So hvørt sum liðið verður betri samanspælt, skuldi verið møguleiki fyri betri úrslitum við hesum liðinum.
Málskjúttar móti Montenegro:
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Katrin Hansen 2
Joan Johannesen 2
Helena Magnusardóttir 2
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1
Silja Geirsdóttir Eystberg 1
Ró Reginsdóttir 1
Elin Maria Rapa 1
Bára Eliasen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Agatha Djurhuus 1
Silrið Kruse Mørkøre 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald