Føroyar vunnu fyrra venjingardystin móti Japan mánadagin, har føroyska liðið so líðandi tók yvir. Í dag fekk Japan yvirtakið, sum fyrri hálvleikur leið, og Føroyar komu ongantíð heilt nær aftur.
Føroyska spælið - við Bjarna í Selvindi, Jónasi Gunnarson Djurhuus og Kjartani Johansen - koyrdi sum so væl fyrstu áleið tjúgu minuttirnar. Ov nógv brend skot vóru tó, og tað var ein trupulleiki gjøgnum dystin. Í mun til undanfarnar landsdystir, høvdu føroyingar heldur fleiri langskot, men tey sótu ikki heilt, og hóast Bjarni í Selvindi hevði fleri fínar atgerðir, so varð tað ikki dagurin hjá unga bakkinum.
Eftir at Jónas fór út, bliev spælið meira striltið, og Føroyar brendu eisini nøkur skot av vongplássunum stutt fyri hálvleik. Hetta gjørdi, at Japan fór frá og var á odda við fýra í steðginum. Verja og Pauli Jacobsen høvdu annars fleiri góðar støður í 1. hálvleiki, men tað var eisini trupult at hava við kviku japansku spælararnar at gera.
Kosuke Yashuira úr RK Vardar Skopje (hevur verið leigaður úr Wisla Plock), strikuspælarin Shuichi Yoshida úr Nantes og Naoki Fujisaka - javnsettur U21 HM-toppskjútti saman við Eliasi á Skipagøtu í fjør - góvu føroyingum høvuðbrýggj. Og so var tað Nakamura í málinum, sum í 2. hálvleiki helt fram; serliga í mun til vongskotini.
Føroyar spældu annars 7 ímóti 6 og fingu nógvar fríar støður. Toppskjúttin Allan Norðberg, Rói Berg Hansen og Leivur Mortensen skoraðu eisini fleiri góð mál, men brendu samanlagt heldur nógv. Í verjupartinum varð roynt við 5-1, men tað eydnaðist ikki nóg væl at tálma teimum á heimaliðnum, sum vóru neyvari enn teir hjá Føroyum.
Teir skulu til OL skjótt og spældu við eitt sindur meira eld í eygunum og í størri mun føstum liði gjøgnumgangandi. Peter Bredsdorff-Larsen skifti nógv, og eina løtu í fyrra hálvleiki spældu Føroyar so at siga uttan nakran, ið annars er fastur. Hetta var tá, Teis Horn Rasmussen var farin út at hvíla. Tá var Leivur Mortensen ikki komin inn á vongin, Vilhelm Poulsen spældi als ikki í dag, Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt bert brotskøst í 1. hálvleiki, og Hákun West av Teigum og Óli Mittún eru ikki við í Japan.
Útvísingar gjørdu eisini sítt til. Føroyar fingu alllar seks í dystinum - nakrar fyri kjaftaslit. Dómaralinjan kann lýasast sum ivasom
Ein minni rýtmiskur dystur hjá Føroyum enn tann fyrri, men sum heild tveir fínir venjingardystir áðrenn EM-undankappingin byrjar í november.
Felagsmynd eftir seinasta bríksl. Japanar skulu skjótt til OL - føroyingar fara í summarfrítíð (Mynd: Honsbóltssamband Føroya)
Venjingardystur
Tokyo, mikudagin 03.07
Dystargongdin:
Málverjar:
Útvísingar:
Føroyar: 6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald