Í kvøld klokkan 17.30 skulu B36 og TB stríðast um annað plássið í finaluni um Løgmanssteypið.
TB er á útivølli og eina deild undir, men hevur ein veruligan møguleika: Serliga tí TB vann fyrru hálvfinaluna, og so er gongdin hjá B36 einki serlig.
Í TB vilja tey eisini gera sítt til at vinna uttanfyri vøllin og skapa eitt veruligt steypahuglag í Gundadali.
- Okur fara at hita upp í Oy frá kl 15:00 (...) DJ Brynjer kemur at diska og kl 16 kemur Janus Wiberg at spæla live fyri okum. Kl 16:45 fara okur øll í skrúðgongu oman í Gundadal at rópa okra menn til sigurs.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar Bóltfelag. Harvið kunnu nógvir mælskir og spentir suðuroyingar væntast í Gundadali. TB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 1977.
Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 19.08
17.30: B36 - TB (0-1)
18.30: Víkingur - HB (0-1)
Dystirnir verða vístir í Televarpinum.
Les eisini:
Finaluliðini verða funnin í morgin
Stórur spenningur í báðum hálvfinalunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald