Fótbóltur

Finaluliðini verða funnin í morgin

TB og HB hava bæði 1-0 leiðslu við á útivøll, og B36 og Víkingur skulu svara aftur. Lagt er upp til spennandi steypahálvfinalur.

Víkingur og HB hava verið greitt tey bestu liðini í føroyskum fótbólti í 2024. Í morgin bresta tey saman um finalupláss - HB hevur ein lítlan fyrimun eftir fyrru hálvfinaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur og HB hava verið greitt tey bestu liðini í føroyskum fótbólti í 2024. Í morgin bresta tey saman um finalupláss - HB hevur ein lítlan fyrimun eftir fyrru hálvfinaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-18 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar í annaðkvøld, og lagt er upp til spenanndi avgerðir.

TB gjørdi bart á heimavølli móti B36 í fyrru hálvfinaluni og fer - við stórum stuðli í høvuðsstaðnum - at spæla sín møguleika móti skinklandi B36-liðnum. Tað er nummar fimm í Betrideildini, við nýggjum venjara, sum tekur ímóti 1. deildarfelagnum.

Tað verður tungt, men TB hevur ikki tapt nakran dyst síðani 30 mars. Sama tíðarskeið hevur B36 havt trupult við at vinna fótbóltsdystir. Fyri B36 kann steypakappingin vera við at bjarga kappingarárinum.

[object Object]
TB er ikki í Betrideildini men hevur spælt seg í støðu til at koma í steypafinaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur og HB hava ikki torført við at vinna dystir. HB hevur higartil í ár bert tapt móti einum liði og á einum staði: Í Sarpugerði móti Víkingi. Hetta var fyri trimum mánaðum síðani - nú skal liðið hjá Adolfo Sormani royna at fáa finaluplássið í hús í Norðragøtu.

Steypavinnararnir vunnu fyrru hálvfinaluna móti Víkingi sum síðani millum annað hevur bast KÍ. Umframt at finaupláss er uppá spæl í morgin, hevur dysturin helst eisini stóran sinnisligan týdning fyri oddastríðið. Víkingur og HB hittast aftur í Sarpugerði 4. juli til oddabrak í Betrideildini.

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í morgin, mikudagin 19.08

17.30: B36 - TB (0-1)
18.30: Víkingur - HB (0-1)

Dystirnir verða vístir í Televarpinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder