Fótbóltur

TB og ÍF spæla á Tórsvølli ólavsøkudag

Flytingin er komin uppá pláss, og tí fegnaðist TB-formaðurin í gjárkvøldið. Spenanndi Betrideildardystir millum uppflytararnar er lagdur til 29. juli.

2023-07-06 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært dystarskránni fyri 16. umfar í Betrideildini skuldi ÍF taka móti hinum uppflytaranum, TB, sunnudagin 30. juli. Eitt brak av einum dysti í sær sjálvum, men eftir nógv arbeiði, frá serliga TB, er dysturin nú fluttir til nýggjan dag og størri pall.

Í síðstu viku skrivaði bolt.fo um, at TB ynskti at býta um heimavøll og síðani at flyta dystin til ólavsøkudag og Tórsvøll. ÍF var beinanvegin við uppá hetta, men tað skuldi líka fáast uppá pláss við FSF og øðrum.

Hetta er eydnast. Í gjárkvøldið kunngjørdi formaðurin hjá TB, André Dalfoss, hetta á Facebook-síðuni hjá TB:

- Ja, tú las rætt - TB kemur til Havnar á ólavsøku! Leygardagin 29. juli skal slagið standa móti ÍF, á sjálvum tjóðarleikvøllinum, Tórsvølli. Við vælvilja frá øllum pørtum hevur hetta nú borið á mál og okur vóna at síggja eina rúgvu av áskoðarun til dystin - ikki minst viðhaldsfólki úr allari Suðuroynni

Harvið verður aftur Betrideildarfótbóltur á ólavssøku. Bert ein dystur var í 2021, tí HB hevði evropeiska uppgávu, og í fjør var einki ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag. Í ár varð lagt upp fyri, at HB og B36 møguliga skulu spæla evropeiskan dyst um ólavsøkuna. Harvið stóðu 28. og 29. juli tóm í kalendaranum.

AB spælir sum vant 27. juli á Argjum. Nú er greitt, at ein ógvuliga spennandi og øðrvísi dystur verður á tjóðarhátíðini og á tjóðarleikvøllinum. Flytingin merkir eisini, at ÍF hevur heimavøll, tá liðini spæla í næstseinasta umfari, 22. oktober.

Hesir innanhýsis dystirnir millum uppflytararnir kunnu fáa ógvuliga nógv at siga. Í løtuni er ÍF á 9. plássi og hevur tvey stig upp til strikuna. Seks stig eru upp til TB, sum hevur havt eina ógvuliga góða fyrru hálvu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder