Hondbóltur

TB tók eitt stórt fet í Trongisvági

20-ára gamli Jens Erik Bruhn avgjørdi dystin móti 07 Vestur í yvirtíðini. Nú eru AB og B68 undir niðurflytingarstrikuni. Langt er frá topp-trý og niður til hini.

Sigursmálið við Stóra er her skorað. Vongurin Jens Erik Bruhn gjørdist avgerandi (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

Sigursmálið við Stóra er her skorað. Vongurin Jens Erik Bruhn gjørdist avgerandi (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

2023-04-16 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar í Betrideildini hjá monnum var í dag.  Talan er um 6. umfar, sum í roynd og veru er umfar nummar fimm. Eitt útsett umfar frá mars verður spælt um tíggju dagar - sum tað næsta í Betrideildini. Áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vera um eina viku.

B36 og HB greiddi sína skyldu og vunnu á ávíkavist AB og HB. Tey jagstra framvegis KÍ, sum í dag sendi Víking heim við ongum eftir ein góðan seinna hálvleik. Til ber at síggja og lesa meira frá hesum dystunum á leinkjunum undir her.

[object Object]
Teir í bláum fegnast og takka áskoðarunum eftir 2-0 sigurin á Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Les meira: Føroyameistararnir hava framvegis fult stigatal

Myndir: KÍ - Víkingur

Sí eisini samrøður: 
Sølvi: Leita eftir loysnum
Páll: - Tað er eisini ótrúliga stuttligt at leggja upp til mál


Á Svangskarði kom einki mál - bert eitt reytt kort. EB/Streymur hevur verri málúrttøku enn Víkingur men er annars beint við fjórða plássið. B68 hevur eftir fimm umfør ongan dyst vunnið og liggur nú undir niðurflytingarstrikuni.

TB yvirhálaði toftamenn og kom ájavnt við 07 Vestur, tá Jens Erik Bruhn í yvirtíðini í Trongisvági skoraði til 2-1. Innskifti Jasper van der Heyden javnaði annars stutt frammanundan, men í 94. minutti fann John Villi Wøldike Leo, ið skoraði fyrsta málið í dystinum við frálíkum skoti, Jens Erik við djúpari sending og stutt seinni var stórur fagnaður við Stóra. 20-ára gamli vongurin úr Trongisvági nýtti sína ferð og var ísakaldur, tá hann gjørdist einsamallur við málverjanum. Ein stór vika hjá aldursforsetanum, sum mikudagin spældi javnleik móti HB og hevur fýra stig í tveimum heimadystum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: jn.fo

Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunnudagin 16.04

TB -  07 Vestur 2-1 (1-0)
36' John Villi Wøldike Leo (Andreas Midjord) 1-0
82' Jasper van der Heyden 1-1
90 (+4)' Jens Erik Bruhn (John Villi Wøldike Leo) 2-1

KÍ - Víkingur 2-0 (2-0)
55' Claes Kronberg (Páll Klettskarð) 1-0
80' Luc Kassi (Páll Klettskarð) 2-0

Reytt kort: Atli Gregersen (84')

AB - B36 2-0 (1-0)
25' Bjarki Nielsen (Jann Benjaminsen) 0-1
65' Aron Knudsen (Bjarki Nielsen) 0-2

HB - ÍF 4-1 (2-1)
36' Sjálvmál 1-0
39' Gundur Ellingsgaard Petersen 1-1
45' Mads Borchers (Hanus Sørensen) 2-1
66' Adrian Rúnason Justinussen 3-1
87' Mads Borchers (Viljormur Davidsen) 4-1

B68 - EB/Streymur 0-0

Reytt kort: Ragnar Samuelsen (82')

Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør
1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. EB/Streymur 7 stig 
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig 
10. AB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder