Undan dystinum við Djúpumýru í dag hevði Víkingur ikki vunnið har síðani mai 2018. Fyri at fyribils ikki missa sambandið við topp-trý skuldi víkingarnir hava stig og helst trý. Til uppgávuna hevði Jóhan Petur Poulsen valt eina 4-4-2 leikskipan við skjótu Martin Klein og Andreas Lava fremst, og Sølva Vatnhamar nakað longur afturi á miðvøllinum enn vanligt.
Hóast KÍ hevði bóltin meira og rímiligt tamarhald á dystinum fyrstu løtuna, so beit útiliðið skjótt frá sær og var nær við nakrar ferðir. Fyrst var tað í 20. minutti, tá KÍ júst fekk ruddað bóltin burtur úr málteiginum eftir hornasparksstøðu, og har Lava næstan beint aftaná kom í góða støðu beint uttan fyri brotsteigin. Skotið hjá leirvíkinginum fór stutt framvið - nakrar minuttir seinni stútaði syrðugøtumaðurin Arnbjørn Svensson á stongina í samband við frísparksstøðu.
KÍ hevði eisini ein stóran málmøguleika eftir frísparksinnlegg. Árni Frderiksberg legði hart og væl fyri inn úr høgru, Luc Kassi var púra fríur mitt fyri men stútaði onkursvegna framvið. Tað gjørdist skjótt greitt eftir steðgin, at KÍ hevði yvirtakið. Gamaní hevði Víkingur onkra støðu fyrstu løtuna, men heimaliðið hevði skerpa spælið og fann millum annað ofta Mads Boe Mikkelsen í góðari støðu millum verjuketuna og miðjuna hjá Víkingi. Landsliðsspælarin kundi síðani seta ferð á og bjóða av.
Víkingarnir royndu, men teir fingu ongantíð bóltin framvið Markus Petterson (Myndir: Sverri Egholm)
KÍ'arnir fegnast eftir 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir frá dystinum
Leiðslumálið kom, eftir at KÍ hevði trýsti Víking eitt sindur aftur. Luc Kassi lyfti bóltin inn í brotsteigin, og Páll Klettskarð stútaði - staddur nakað til vinstru - beint útfrá til Claes Kronberg. Royndi danski miðvallarin hálvfluktaði við vinstra beinum og snýtti Bárð á Reynatrøð.
2-0 málið kom tíggju minuttir fyri leiklok. Tað kom eftir ógvuliga vælspælt, sum endaði við, at norðmaðurin Luc Kassi róliga setti bóltin í netið. Aftur legði áleyparin við níggju-talinum upp. Millum málini hevði heimaliðið sitið á tí mesta, og hóast steypavinnararnir royndu seg við nøkrum broytingum, so eydnaðist ikki at fáa takið. Tað sigur eisini eitt sindur, at KÍ kundi skifta ein serba við trimum FM-heitum á baki inn, meðan Víkingur setti ungar lokalar á vøllin - fyritreytirnar eru aftur øðrvísi hjá venjaratoyminum hjá Víkingi.
Í 84. minutti fekk nummar fýra hjá Víkingi sítt seinna gula kort fyri kjaftaslit - hetta í sínum dysti nummar 404 í Betrideildini og nummar 500 samanlagt fyri besta liðið hjá Víkingi. Atli Gregersen segði eitthvørt við Jóhan Hendrik Ellefsen, og hann verður noyddur at sita uttanfyri, tá Víkingur byrjar sína verju av Løgmanssteypinum fríggjakvøldið í Sarpugerði.
Tá vitjar HB, og tað eru júst HB og B36, sum renna aftaná KÍ. Víkingur hevur nú fimm stig upp til topp-trý og átta upp til oddaliðið, ið hevur fult stigatal. KÍ spælir steypadyst móti B36 leygardagin.
Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunndagin 16.04
KÍ - Víkingur 2-0 (2-0)
55' Claes Kronberg (Páll Klettskarð) 1-0
80' Luc Kassi (Páll Klettskarð) 2-0
Reytt kort: Atli Gregersen (84')
Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør
1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig
10. AB 0 stig
Sí eisini samrøður:
Sølvi: Leita eftir loysnum
Páll: - Tað er eisini ótrúliga stuttligt at leggja upp til mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald