TB hevði í gjár eyka aðalfund við Stórá, har nevndarval var á skránni. Valið háttaði seg so, at Henrik Thomsen, Bjarni Nygaard, Martin Bogi Einarsson, Jan Ole Farstad og Sigvald Steinkross vóður valdir í nevndina.
Nevndin skipaði seg soleiðis: Henrik Thomsen, formaður, Sigvald Steinkross, næstformaður og Bjarni Nygaard, skrivari.
Longu til sjálvan ársaðalfundin hjá TB tann 30. august samtykti aðalfundurin einmælt, at haldast skal fram við samstarvinum við FC Suðuroy og Royn. Boð um avgerðina vórðu send samstarvsfeløgunum beinanvegin tá.
Á eyka aðalfundinum var fótbóltsdeildin eisini vald skipað. Hans Olaf Johannesen, Jóan Petur Olgarsson, Páll Nolsøe, Ronnie Midjord, Hallur í Heiðunum,Tórur Mortensen og Jón Tórur Holm vóru valdir í nevndina.
Nevndin skipaði seg soleiðis: Hans Olaf Johannesen, formaður, Páll Nolsøe, næstformaður og Ronnie Midjord, skrivari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald