
Hondbóltslagið í Klaksvík var gott hóskvøldið, tá Team Klaksvík aðru vikuna á rað vann lykladyst í topp-fýra stríðnum. Við honum varð Neistin sent úr hálvfinalustríðnum, og eftir dystirnar í dag er greitt, at heldur ikki StÍF hevur møguleika at fáa Team Klaksvík aftur. Harvið er í minsta lagið eitt fjórða pláss tryggjað, og harvið hálvfinalur á skránni fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Talan var um ein torføran útidyst hjá Heina Hanusarson og hansara monnum, men teir vóru omaná og fingu sín fjórða sigur á rað í hús. Í fyrra hálvleiki rann útiliðið annars í løtum eftir kollfirðingum, tó at tað leikaði javnt á. Tað gjørdi tað eisini eftir steðgin, men tá Team Klaksvík skoraði fýra út av fimm málum, ið komu í einum tíðarbili á beint yvir tríggjar minuttir (frá 41.24 til 44.37 sambært dómaraseðlanum) lá tað til liðið á 4. plássi, og hóast KÍF kom niður á minus eitt tvær ferðir eftir hetta, so hildu teir á útiliðnum høvdu kalt, og fingu ein søguligan sigur í hús.
Um StÍF hevði vunnið á Neistanum, so hevði tað framvegis ikki verið avgjørt, men tað koppaði til útiliðið í ógvuliga tætta og undirhaldandi dystinum á Skála. Neistin skoraði trý útav teimum seinastu fýra málunum, og tvey tey síðstu hjá teimum blákløddu skoraði Rani Højgaard - fyrrverandi StÍF-leikarin avgjørdi dystin, tá 15 sekund vóru eftir, og harvið er greitt, at StÍF, Neistin og Kyndil skulu spæla í niðara endaspælinum skjótt.
Kyndil er aftast, og í dag vann VÍF greitt í klassikaranum, ið var í Vestamanna. Munuurin gjørdist, tá samanumkom, ellivu mál. Vestmenningar skulu hóskvøldið spæla í Klaksvík; fáa teir stig har, so er triðja plássið tryggjað. Vinnur Team Klaksvík, sum er eitt stig aftanfyri og tá spælir sín síðsta dyst í grundspælinum, liggur tað til klaksvíkingar, og dysturin VÍF hevur eftir aftaná er í Hoyvík. Liðið, sum endar nummar trý, skal í hálvfinalunum spæla móti KÍF. Hoyvíkingar skulu spæla móti liðunum, ið endar á fjórða plássið.
Burn-deildin
Sunnudagin 03.06
KÍF - Team Klaksvík 30-32 (16-16)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 9 mál, Sakaris Ludvík Súnason 7 mál
Dómaraseðilin frá dystinum sæst her
StÍF - Neistin 32-33 (18-17)
Toppskjúttar: Bjarni í Selvindi og Ivan Mrdalo 9 mál, Jóannes A. Prestá og Áugúst Ingi Oskarsson 7 mál,
Dómaraseðilin frá dystinum sæst her
VÍF - Kyndil 29-18 (15-9)
Toppskjúttar: Hallur Arason 9 mál, Filip Jojic 7 mál
Stríðið um hálvfinaluplássini:
1. H71 29 stig
2. KÍF 22 stig
3. VÍF 18 stig
4. Team Klaksvík 17 stig *
5. StÍF 11 stig
6. Neistin 10 stig
7. Kyndil 8 stig *
*Leikt 17 dystir - hini hava leikt 16. 18 umfør eru í grundspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald