Hondbóltur

Team Klaksvík á hálvfinalukós

Aðru vikuna á rað vann Team Klaksvík dyst móti beinleiðis kappingarneyta við einum máli á heimavølli. Nú er tað bert StÍF, ið kann forða liðnum úr Klaksvík at skriva søgu.

Toppskjúttin Vuk Stevanovic vísti aftur vegin fyri Team Klaksvík. Serbin skoraði tólv ferðir í ógvuliga týdningarmikla sigurinum á Neistanum í kvøld (Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

Toppskjúttin Vuk Stevanovic vísti aftur vegin fyri Team Klaksvík. Serbin skoraði tólv ferðir í ógvuliga týdningarmikla sigurinum á Neistanum í kvøld (Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

2022-03-03 23:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og síðsta hóskvøld gjørdist tað heilt spennandi í Klaksvík - serliga móti endanum - og eins og tá, kundu teir á heimaliðnum og mælsku áskoðarnir fegnast, eftir at floytan í høllini hevði ljóðað fyri seinastu ferð. Sigurin á Neistanum í kvøld merkir, at Team Klaksvík er ógvuliga nær við eitt hálvfinalupláss. Eitt slíkt hevur felagið ongantíð tryggjað sær - hvørki í FM-kappingini ella í steypakappingini.

Team Klaksvík hevur fimtan ár á baki, og besta plássið, ið besta liði hevur fingið, er 5. pláss (tvær ferðir). Í løtuni er liðið hjá Heina Hanusarson á 4. plássið og hevur fýra stig niður til StÍF, ið jagstrar.

Við úrslitinum í kvøld kann Neistin ikki longur røkka seinasta hálvfinaluplássinum. StÍF hevur júst Neistan á skránni á Skála sunnudagin og síðani tey fremstu liðini - H71 (úti) og KÍF (heima). Minst tveir sigrar skulu koma í hús, um liðið av vestara armi á Skálafjørðinum skal hava ein møguleika at taka plássið frá Team Klaksvík, ið so at siga kann avgera sína lagnu sunnudagin um tað eyndast at vinna fjórða sigurin á rað, tá vitjað verður í Kollafirði.

Heimaliðið var á odda so at siga allan dystin í kvøld, men í steðginum var janvleikur, eftir at Neistin hevði gjørt ein góðan endaspurt; Team Klaksvík hevði eina leiðslu á fýra mál, tá átta minuttir vóru eftir av hálvleikinum. Klaksvíkingar byrjaðu seinna hálvleik betri, men neistamenn hingu allatíðina væl í. Ágúst Ingi Óskarsson var ikki við í kvøld, men Felix Már Kjartansson fekk fleiri góð mál, og flerii ungir neista-leikarar vístu seg væl fram. Millum annað var tað Ísak Vedelsbø við seks málum og góðum verjuspæli. Merkisvert var, at ungi málverjin, Alakesandar Lacok, skoraði heili trý mál. Team Klaksvík spældi sjey ímóti seks í fyrra hálvleiki og part av seinna hálvleiki. Hetta gav liðnum fleiri opnar møguleikar, men tað kostaði eisini nakrar ferðir. 

Hjá Team Klaksvík gekk serliga Vuk Stevanovic á odda. Hann skoraði tólv mál og millum annað nøkur uppá dundurskot og/ella einmansavrik seinasta fjórðingin av dystinum, tá tað leikaði heilt javnt á, og stórur spenningur var í høllini, nú so nógv stóð uppá spæl. David Henigman skaraði eisini framúr við nøkrum stórbjargingum. Koratin vísti seg serliga at vera sterkar uppá skot, ið komu úr stuttari fjarstøðu, og samlaða avrikið hjá Team Klaksvík var nóg mikið til at koppa Neistanum og taka enn eitt stórt fet móti 4. plássinum. Eftir at Sámal á Tjaldrafløtti skoraði til 30-27, tá 40 sekund restaðu í, var ov stutt tíð hjá Neistanum, ið tó megnaðu at koma á minus eitt. 

Burn-deildin
Hósdagin 03.03

Team Klaksvík - Neistin 30-29 (14-14)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 12 mál, Felix Már Kjartansson 7 mál, Ísak Vedelsbø 6 mál

Sí dómaraseðil her 

Stríðið um hálvfinaluplássini: 
3. VÍF 16 stig
4. Team Klaksvík 15 stig * 
5. StÍF 11 stig **

*Team Klaksvík hevur tveir dystir eftir at leika - hini bæði hava tríggjar
**StÍF er betri innanhýsis enn Team Klaksvík

Sí fullu stigatalvuna og restina av dystarskránni her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder