Seinna fjórðingsfinalan í Burn-deildini var á skránni í Kollafirði í kvøld, har Team Klaksvík vitjaði.
Tað var útiliðið, sum hevði leiðsluna allarstørsta partin av fyrra hálvleiki. David Henigman í málinum hevði fýra bjargingar, áðrenn fýra minuttir vóru spældir, og KÍF hevði heldur trupult við at finna rútmuna. Hóast onkra góða løtu hjá teimum reyðkløddu var Team Klaksvík á odda við tveimum, tá steðgur var - kollfirðingar høvdu bara skora tíggju ferðir.
Tað kom skjótt vend í eftir steðgin. Tríggjar útvísingar innan eina lítla løtu kostaðu hjá klaksvíkingum, Milenko so at siga stongdi málið hjá kollfirðingum fyrru hálvu av seinna hálvleiki, og hol kom á málskjótingina í hinum endanum. KÍF spældi skilagott og tók eina leiðslu á fýra mál - men so komu teknisku mistøkini: Tvey sentringsmistøk, bóltar vórðu kastaðir burtur, og David bjargaði aftur fleiri skotum.
Toppskjúttin í Burn-deildini, Brian Slyne, hevði fleiri góð gjøgnumbrot (Mynd: Sverri Egholm)
Milenko Jelkan stóð framúr væl í KÍF-málinum í seinna hálvleiki, men hetta var ikki nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)
Toppskjúttin Jens Pauli Poulsen, ið eisini hevði umráðandi leiklut í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Munurin lá ímillum null og eitt mál seinastu tíggju minuttirnar. Samanlagt helt KÍF ikki høvdið nóg kalt og tyktust teir onkursvegna raktir á sjálvsálitið seinna heilmingin av hálvleikinum. Gamaní misnýtti Team Klaksvík eisini fríar møguleikar - Mladen bjargaði tveimum fríleyparum - men tá beint yvir ein minuttir var eftir, misti KÍF bóltin í álopi. Útiliðið nýtti alla tíðina, sum til bar, og tá ein alvering var eftir - og beint eftri fríkast - fór toppskjúttin í dystinum uppfrá. Jens Pauli Poulsen knallaði til, og bólturin fór umvegis yvirleggjaran í málið.
KÍF tók leikbrá, spældi sjey ímóti seks, men David Henigman gjørdist aftur hetjan: Fyrst bjargaði kroatin royndir frá Hans Eli Sigurbjørnsson og síðani returskotið hjá Karl Martini Olsen. So var tað teir úr Klaksvík, ið kundi brøla og fevnast: Teir skulu spæla minst tvær hálvfinalur móti VÍF í næstum. Tað merkir eisini, at Neistin og H71 skulu dystast um hálvfinaluplássið. Kappingarárið hjá KÍF er av eftir eitt stórt vónbrot.
Stórur fagnaður sum vera man í Team Klaksvík-leguni
FM-fjórðingsfinalur
Leygardagin 8. apríl í Kollafirði
KÍF - Team Klaksvík 21-22 (10-12)
Toppkjútti: Jens Pauli Poulsen 7 mál
Sí dómaraseðil her
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 5-6
20 min: 7-8
25 min: 8-10
30 min: 10-12
35 min: 12-13
40 min: 16-14
45 min: 18-14
50 min: 19-18
55 min: 20-20
Skírisdag, 6. apríl
StÍF - Neistin 30-31 (14-17)
Sí eisini:
Neistin basti StÍF og er í hálvfinaluni
Myndir: Neistin vann seg í hálvfinaluna eftir inntensan dyst
Ovi Lützen: - Hesir dystirnir eru teir bestu
Hálvfinalur:
VÍF (1) - Team Klaksvík (6)
H71 (2) - Neistin (5)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald