Neistin skal spæla hálvfinalu móti VÍF ella H71. Hetta er greitt spennandi hálvfinaluni á Skála í dag. Hóast Neistin var á odda so at siga allan dystin, og tað í løtum vóru fýra-fimm máli á muni, so var heimaliðið við allan dystin og gavst ongantíð. Tað var tó ein ávis kynisma á muni, málverjarnir hjá Neistanum fingu neyðugu bjargingarnar - Aleksandar Lacok tíðliga í dystinum og Rune Løvschall seinasta korterið - og teir blákløddu spældu uppá fysikkin og sluppu tað.
Lagt varð út í einari øgiligari leikferð, og fyrsta stóra korterið ella so var ikki nógv gott verjuspæl: Tað var fulldrøn á kassan og fokus á at skora. Móti endanum av hálvleikinum fór Neistin nakað frá og var á odda við trimum málum í steðginum.
Neistin legði eisini betri út eftir steðgin, og einaferð kom munurin uppá fimm mál. Tað var tó skjótt, at tað var javnt aftur, og hóast Neistin aftur økti upp í bæði trý og fýra mál, so var StÍF ongantíð úti, og spenningur var í til tíggju sekund vóru eftir. Tá skoraði Tróndur Kragesteen til 29-31, og so kundu teir blákløddu og mongu larmandi áskoðarar teirra fegnast. Í síðstu sekundunum minkaðu strandingar til 31-30, men dysturin varð avgjørdur.
Mynd: Sverri Egholm
Talan var um ein harðan dyst. Serliga spældi Neista-verjan kontant (Mynd: Sverri Egholm)
StÍF stríddist væl allan vegin, og uttan allarseinastu minuttirnar var tað uttan Bjarna í Selvindi. Vandamikli bakspælarin beklaði ógvusliga herfyri, og fær ikki traðka heilt til. Nógv hekk tí á Pætur Johansen, ið eisini skoraði sjey mál - fleri heilt góð - og strandingurin spældi eisini viðleikarar væl upp.
Sum heild hevði Neistin eitt kropsligt yvirtak, og tað nýtti teir við millum annað sínum takklingum í verjuspælinum. Fleiri vóru á markinum til tveir minuttir, og í summum førum vildi StÍF hava brotskast. Dómararnir høvdu tó lagt eina harða linju.
StÍF-verjan hevði eisini trupult við at halda stóra og sterka Ísak Vedelsbøl. Hetta nýtti 18-ára gamli strikuspælarin eisini, og lenaði hann seg fleiri ferðir afturav og trekti brotskøst og útvísingar. Í summum førum var tað í øllum førum á markinum til at verða dømta hinvegin, ella at einki skuldi dømast. Ísak fekk eisini fleiri góð mál. Hann og Ovi Lützen gjørdist toppskjúttar við átta málum hvør. Ungi bakspælarin hjá Neistanum tók ábyrgd - hann skoraði fleiri mál, tá álopini vóru við at steðga upp, hevði eisini nógv assist og spældi væl í verjuni. Samrøða við hann verður á Portalinum um eina løtu.
Burn-deildin, fjórðingsfinala
Skírisdag, 6. apríl
StÍF - Neistin 30-31 (14-17)
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 4-6
15 min: 8-9
20 min: 11-11
25 min: 12-13
30 min: 14-17
35 min: 15-19
40 min: 18-21
45 min: 21-24
50 min: 23-26
55 min: 25-29
Toppskjúttar:
Ovi Lützen og Ísak Vedelsbøl 8 mál, Pætur Johansen 7 mál
Sì dómaraseðil her
Fjórðingsfinala leygardagin 8, apríl:
19.30: KÍF - Team Klaksvík
Eftir hendan dystin verður greitt, hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald