Hondbóltur

Kiel lendi ikki í gjár - royna aftur seinnapartin

Elias Ellefsen á Skipagøtu slapp ikki at spæla móti barndómsfelagnum fríggjakvøldið vegna floglíkindi. Nú stendur Kiel at lenda í Vágum klokkan 14.30 við Atlantic og spæla ímóti Vali við Tjarnir klokkan 20.

Nýggi slovenska stjørnan hjá THW Kiel,.Domen Makuc, koyrir tummil niður, men lagið á Andreas Wolff, ein av heimsins bestu málverjum, er gott á flogvøllinum í Aalborg (Mynd: THW Kiel)

Nýggi slovenska stjørnan hjá THW Kiel,.Domen Makuc, koyrir tummil niður, men lagið á Andreas Wolff, ein av heimsins bestu málverjum, er gott á flogvøllinum í Aalborg (Mynd: THW Kiel)

2026-08-14 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bert ein av ætlaðu dystunum kundi spælast á fyrsta degnum í Wenzel Nordic Cup. Hetta var tí, at teir hjá THW Kiel ikki kundu koma til landið.

Myndir: Mittún og GOG vunnu fyrsta dystin greitt

Upprunaliga skuldi týska stórfelagið lenda seinnapart hósdag og spæla hóskvøld, men vegna trupulleikarnar við mjørka mikudagin, varð alt útsett. 

Og tá flogfarið hjá Altantic Airways úr Billund, við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum umborð, skuldi lenda í gjárkvøldið, var aftur ov nógvur mjørki.

Harvið endaðu teir hjá Kiel í Aalborg, har gist hevur verið í nátt.

Sum nú er, stendur flogfarið at lenda klokkan 14.30, og tað burdi gingið við dagsins floglíkindum.

Sí flogferðsluna her

Upprunaliga skráin í stóru venjingarkappingini við Tjarnir sigur, at Valur og Kiel skulu spæla klokkan 18 í kvøld, men hetta er broytt til klokkan 20.

Harvið kunnu Elias og teir fáa nakað av hvíld í høvuðsstaðnum, áðrenn farið verður í høllina at spæla móti íslendsku meistarunum.

Dysturin hjá Kiel móti H71, Elias Ellefsen á Skipagøtu mót barndómsfelagnum og beiggjanum Boasi, varð ikki til nakað í gjár.

[object Object]
Elias á Skipagøtu og hinir áðrenn fráferð úr Týsklandi (Mynd: THW Kiel)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder