Hondbóltur

Teis Horn Rasmussen til TTH Holstebro

30-ára gamli strikuspælarin heldur fram í fremstu donsku deildini.

Ein av sentralu og royndu landsliðsspælarunum skiftir felag í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av sentralu og royndu landsliðsspælarunum skiftir felag í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-18 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta kappingarár spældi hann við Ribe/Esbjerg, og nú skal Teis Horn Rasmussen spæla longur norðuri: Hann er nú TTH Holstebro-spælari.

Team Tvis Holstebro hevur júst kunngjørt 30-ára gamla føroyska landsliðsspælaran 

[object Object]
Teis Horn Rasmussen í nýggju leikarablusuni (Mynd: TTH Holstebro)

Teis Horn Rasmussen hevur sum skilst gjørt ein stuttan sáttmála við felagið, sum hevur leitað eftir strikuspælara.

Sterki havnarmaðurin sigur, at hann gleir seg at spæla í Gråkjær leikhøllini.

- Tað er ein av feitastu heimavallunum í Danmark, og veruliga ein góð høll at spæla í.

Team Tvis Holstebro endaði á 4. plássi í grundspælinum í bestu donsku deildini í 2025/2026. Hetta var fimm pláss omanfyri Ribe/Esbjerg.

Venjari hjá TTH er íslendski Arnór Atlason, sum var stórur profilur á landsliðnum, tá Ísland endaði vil OL-silvuri í 2008 og EM-bronsu í 2010. Hann er eisini hjálparvenjari á íslendska landsliðunum.

Teis Horn Rasmussen er ein av royndastu landsliðsspælarunum, og fær hann stóran leiklut, tá EM-undankapping byrjar í heyst og til HM-endaspælið í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder