Fótbóltur

Teitur Gestsson: Salttablettir og ein fantastiskur møguleiki í Kroatia

- Skulu byrja væl og halda nullið so leingi sum gjørligt. HB-liðformaðurin staðfestir fyri Portalinum, at tað er ógvuliga kvalið í Kroatia, men at nú kunnu serliga teir ungu fáa serstakar royndir.

- Tað er ein fantastiskur møguleiki - serliga fyri teir ungu spælararnir at fáa nakrar serligar royndir. Serliga um tað gongst væl, so gevur tað monnunum og liðnum nógv frameftir. Soleiðis sigur málverjin um spennandi avbjóðinga hjá HB í Split (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er ein fantastiskur møguleiki - serliga fyri teir ungu spælararnir at fáa nakrar serligar royndir. Serliga um tað gongst væl, so gevur tað monnunum og liðnum nógv frameftir. Soleiðis sigur málverjin um spennandi avbjóðinga hjá HB í Split (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-24 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal í morgin spæla sín fyrsta dyst í tríggjar vikur og tann torførasta higartil í ár- tann á pappírinum mest torføra í fleiri ár. Koratiska stórfelagið Hadjuk Split, við nógvum dygdarspælarum, tekur ímóti á grasi frammanfyri 34.000 áskoðarum.

Sagt verður frá útvið 30 hitastigum, sjálvt um klokkan verður 21, tá bríkslað verður í gongd. Teitur Matras Gestsson sigur við Portalin í dag, at tað er ógvuliga kvalið í Kroatia. Men hvussu hava málverjin og hinir fyrireika seg til hesa stóru og heldur serstøku uppgávuna?

- Vit høvdu frí í fýra dystir eftir síðsta dystin í Sarpugerði, og so herjaðu vit á aftur. Spældu ein venjingardyst móti B68 í síðstu viku, men vóru tó nakrir skaðar til tann dystin. Annars hava vit vant nógv og væl. Eisini hava vit syrgt fyri at tikið salttablettir og røttu vitaminirnar fyri at onkursvegna bryjna okkum mun til hitan. Grasið er sjálvandi ein ein vansi, men tað hava allir roynt fyrr í ein mun.

HB-hópurin kom uppá pláss í Kroatia í gjárkvøldið

[object Object]
Teitur Matras Gestsson lyftir Løgmanssteypið í november í fjør. At HB gjørdist steypavinnari merkir, at liðið hjá Adolfo Sormani ikki spældu í 1. umfari í Conference League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hvat snýr tað seg so um at gera í dystinum?

- Tað mest umráðandi er at halda nullið og halda dystin á lívið so leingi sum gjørligt. Skulu fáa eina góða byrjan uppá dystin - tað er eingin ivi um tað. Heimavøllurin er so umráðandi í Evropa, og vit vita, at tað er trupult at koma til Føroyar, vísir málverjin á.

Teitur Gestsson er ein av royndastu HB-spælarunum. Fyri fleiri verður Conference League-dysturin móti Hadjuk Split, ið møguliga hevur Ivan Perisic og Ivan Rakitic á vøllinum, tann størsti hjá teimum higartil. Hetta skal man fáa nakað burturúr, sigur liðformaðurin.

- Tað er ein fantastiskur møguleiki - serliga fyri teir ungu spælararnir at fáa nakrar serligar royndir. Serliga um tað gongst væl, so gevur tað monnunum og liðnum nógv frameftir.

[object Object]
Í HB-hópinum eru millum annað nógvir ungir mans (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Í dag hevur HB ymiskar fundir, og teir á liðnum royna at venja seg við umstøðurnar. Í kvøld er MD-1 venjingin á skránni; tann seinasta undan dystinum.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin

Í morgin, hósdagin 25.07
20.00: Hadjuk Split - HB

Arbeitt verður við stroyming

Sí eisini: Ari Olsen: - Hava møguleikan at skapa eitt stórt úrslit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder