Fótbóltur

HB-hópurin kom uppá pláss í Kroatia í gjárkvøldið

Hevur stóra uppgávu móti Hadjuk Split í annaðkvøld. Tað eru longu umleið 30 hitastig í Split.

Ferðalagið komið uppá pláss í Split eftir ferð úr Keypmannahavn. Dagurin í dag er umráðandi í fyrireikingunum til Conference League-dystin móti kroatiska stórfelagnum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Ferðalagið komið uppá pláss í Split eftir ferð úr Keypmannahavn. Dagurin í dag er umráðandi í fyrireikingunum til Conference League-dystin móti kroatiska stórfelagnum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2024-07-24 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tjúgu døgum síðani spældi HB oddabrak í Sarpugerði. Liðið hjá Adolfo Sormani tapti annan dystin á rað, men annars hevur talan verið um eitt gott kappingarár hjá HB, sum enn er við í FM-stríðnum og í løtuni liggur til at koma í steypafinaluna (1-0 móti Víkingi eftir fyrru hálvfinaluna)

Eftir stuttan summarsteðg og fyrireikingar seinastu tvær vikurnar, stendur ein risaavbjóðing nú á gáttuni: Hadjuk Split í 2. umfari í Conference League. 

HB leypt 1. umfar um sum sum steypavinnari, men fekk ringast hugsandi lutakastið til hetta umfarið. Kroatiska stórfelagið tekur í annaðkvøld ímóti í beint undir 30 hitastigum og við yvir 30.000 áskoðarum.

Hadjuk Split hevur spælarar, sum hava spælt HM-finalur fyri nøkrum árum síðani: Ivan Perisic og Ivan Rakitic. Síðstnevndi hevur eisini vunnið Champions League við Barcelona, og royndi miðvallarin er júst komin aftur til kroatiskan fótbólt. Venjarin, Gennaro Gattuso, hevur eisini vunnið Champions League sum spælari, og í mun til Perisic og Rakitic vann hann eina HM-finalu.

Sí eisini: Víkingur og HB hava risastórar uppgávur at loysa

HB hevur allar sínar mans tøkar, fyriuttan Bartal Wardum. Tað kann gerast veruligur smeitur, at sterki miðverjin ikki er við móti sterku mótsstøðuni. Sormani og toymi hava tó gjørt sítt til at fyrireika liðið, sum í dag hevur ein heilan dag í Split.

Ferðalagið fór úr Føroyum seinnapartin í gjár, bíðaði síðani eina løtu í Kastrup, áðrenn flogið varð beinleiðis til næststørsta býin í Kroatia við rutu. Split liggur við Adriahavið, og nú klokkan er hálvgum tíggju lokala tíð eru umleið 30 hitastig. 

UEFA Conference League 2. umfar, fyrru dystirnir
Í morgin, hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur
20.00: Hadjuk Split - HB

Meira um hesar dystirnar seinni. Portalurin hevur eisini spurt seg fyri, hvussu er við stroyming.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder