Víkingur og HB hava risastórar uppgávur at loysa hóskvøldið

Conference League 2. umfar: Spæla í ávíkavist Belgia (klokkan 19) og Kroatia (klokkan 20).

Víkingur gjørdi bart og vann seg víðari við 2-0 sigri hósvkøldið. Tað er tó munur á Klaksvík og Gent - grasið og graslíki - liði úr niðaru hálvu í Lettlandi og einum av størstu feløgunum í Belgia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur gjørdi bart og vann seg víðari við 2-0 sigri hósvkøldið. Tað er tó munur á Klaksvík og Gent - grasið og graslíki - liði úr niðaru hálvu í Lettlandi og einum av størstu feløgunum í Belgia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-23 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrsta umfari í Conference League spældu bæði føroysku liðini móti liðum úr Lettlandi. Ikki eitt heilt veikt evropeiskt fótbóltsland og B36 fór eisini út eftir samanlagt tap á 0-3.

Lettiskur fótbóltur er tó lítið aftur ímóti kroatiskum og belgiskum, og hesum skulu ávíkavikst nummar eitt og tvey í Betrideildini skjótt standa yvirfyri.

Sí eisini: Gent ein heilt øðrvísi uppgáva fyri Víking

Eisini í 2. umfari eru tvey føroysk feløg við: Víkingur, ið sló Liepaja út í 1. umfari við 3-1 samanlagt, og HB, sum kemur beinleiðis inn nú sum steypavinnari.

HB fekk tó tað torførasta lutakastið gjørligt. Hadjuk Split hevur spælarar, sum hava spælt HM-finalur fyri nøkrum árum síðani: Ivan Perisic og Ivan Rakitic. Síðstnevndi hevur eisini vunnið Champions League við Barcelona, og royndi miðvallarin er júst komin aftur til kroatiskan fótbólt. Venjarin, Gennaro Gattuso, hevur eisini vunnið Champions League sum spælari, og í mun til Perisic og Rakitic vann hann eina HM-finalu.

[object Object]
Áki Samuelsen og liðfelagarnir skulu nú av álvara royna seg á evropeiska pallinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Ivan Perisic, sum millum annað hevur spælt við Inter Milan og Tottenham seinastu árini, er í hópinum hjá Hadjuk Split (Mynd: EPA)

Hitin kann eisini gera nakað av muni fyri HB-spælararnar, sum júst eru farnir úr Føroyum nú seinnapartin. Sum bolt.fo skrivar, so er útselt til dystin = 34.000 áskoðarar. Split er eitt sterkt lið, men mótsstøðuliðið hjá Víkingi spælir í uppaftur sterkari deild.

KAA Gent hevði ikki tað besta kappingarárið 2023/2024, men vann seg innum evropeisku gáttina við play-off sigrum. Eins og Hadjuk Split, verður uppgerðin móti felagi í Føroyum tann fyrsta í kappingarhøpi eftir summarsteðgin, men annars eru fyrimuninir lítlir hjá føroysku feløgunum.

Hópurin hjá Gent hevur eitt virði á umleið 560 milliónir krónir. Her er Víkinga-hópurin nakað aftanfyri, men liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal royna at syrgja fyri, at spenningur er í uppgerðini undan seinna dystinum. Nakað líknandi uppgávu hava Adolfo Sormani og hansara menn - bæði føroysku liðini kunnu rokna við at renna seg í eitt leikligt ódnarveður og stórt trýst hósvkøldið.

Sí eisini: Víkinga-feðin til Belgia er byrjað

UEFA Conference League 2. umfar, fyrru dystirnir
Hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur
20.00: Hadjuk Split - HB

Meira um hesar dystirnar í morgin, mikudagin. Portalurin hevur eisini spurt seg fyri, hvussu er við stroyming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder