Tað er hósdagin 25. juli, at Víkingur vitjar belgiska felagið KAA Gent, á Ghelamco Arena, í býnum Gent.
Ein heilt øðrvísi uppgáva
Tað skal sjálvsagt ikki taka nakað frá Víkingi, at teir stríddu seg í fyrimyndarligum samanspæli í dagsins dysti til ein 2-0 sigur - men dysturin móti KAA Gent í komandi viku er ein heilt, heilt øðrvísi uppgáva.
Belgiska stórfelagið hevur seinastu 10 árini verið í sjey evropeiskum bólkaspælum, í Champions League, Europa League og Conference League, tó oftast í síðstnevndu kapping. Sostatt er talan um eitt lið, ið hevur sera nógvar royndir í evropeiskum bólkaspæli.
KAA Gent endaði nummar sjey í belgisku toppdeildini í kappingarárinum 2023/2024, sum gevur møguleika til play-off dystir um at kvalifisera seg til Conference League.
Seinast KAA Gent gjørdist belgiskur meistari var í 2014, men síðani hava teir ofta blanda seg uppí í belgiska toppinum.
Millum leikararnar á belgiska liðnum er danski Andrew Hjulsager. Hann skoraði einsamalla málið í dystinum hjá Gent, ið tryggjaði teimum evropeiska luttøku í summar.
Víkingur og fótbóltsføroyar annars, kunnu tí vóna at Víkingur spennir bogan og setir seg væl upp móti belgiska liðnum í næstu viku.
UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dystur
Ghelamco Arena, hósdagin 25.07
17.00: KAA Gent - Víkingur
Portalurin hevur verið vælmannaður til kvøldsins dyst millum Víking og FK Liepaja við Djúpumýru, og seinni koma samrøður og annað tilfar út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald