Fótbóltur

Víkinga-ferðin til Belgia er byrjað

Gista í Keypmannhavn í kvøld - í morgin gongur leiðin til Brügge umvegis Brüssel. Oddaliðið í Betrideildini hevur heilt stóra uppgávu hósvkøldið.

Víkinga-ferðalagið í Vágum undan fráferð fyrr í kvøld (Mynd: Víkingur)

Víkinga-ferðalagið í Vágum undan fráferð fyrr í kvøld (Mynd: Víkingur)

2024-07-22 20:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið eydnaðist víkingunum at spæla seg víðari úr 1. umfari í Conference League við 2-0 sigri á Liepaja í Klaksvík. Harvið hevur liðið úr Eysturkommunu nú aftur leitað sær útum landoddarnar.

Sí eisini:
Víkingur víðari í Conference League
Gent: Ein heilt øðrvísi uppgáva fyri Víking

Gent verður ein væl størri biti. Liðið endaði nummar 7 í grundspælinum í Jupiler Pro League síðsta kappingarár, men vann play-off dystirnar um Conference League-pláss. Besta belgiska deildin er styrkismett í topp-tíggju í Evropa.

Víkingur er í løtuni besta liðið í deild nummar 34 eftir evropeiskum úrslitum seinastu fimm árini. Hóskvøldið verður útidystur móti felagi, sum sjey ferðir út av teimum seinastu tíggju árunum hevur verið í evropeiskum bólkaspæli - trý tey seinastu árini í júst Conference League.

Sí eisini: 
Eisini seks evropeiskir dystir næstu tvær vikurnar
Poul Kallsberg: - Fantastiskt at hjálpa liðnum við málum

[object Object]
Víkingar fegnast um 2-0 sigurin á lettisku mótsstøðuni við Djúpumýru. Teir og HB hava stórar uppgávur í 2. umfari í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

Búgva í Brügge 

Seinastu tríggjar dagarnar hevur liðið hjká Jóhan Peturi Poulsen vant í Sarpugerði og fyrireikað seg til stóru uppgávuna. Í kvøld gekk leiðin av landinum.

Hópurin lendir eftir ætlan í Kastrup um eina løtu. Ferðalagið gistir í danska høvðsstaðnum - í morgin fyrrapart verður flogið til Brüssel. 

Haðani koyra víkingarnir í bussi til  Brügge. Har skal ferðalagið halda til og millum annað venja í morgin. Hetta er serliga vegna plásstrot á gistingarhúsum í Gent hesa vikuna. Tað er stutt at koyra til Gent. Víkingur spælir har hóskvøldið klokkan 19.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dystur
Planet Group Arena, hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur 

Meira úr Víkinga-leguni seinni í vikuni.

HB spælir á útivølli móti Hadjuk Split (Kroatia) hóskvøldið. Eisini meira um tann dystin í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder