Fótbóltur

Víkingur víðari í Conference League

Við 2-0 sigri á FK Liepaja, hevur Víkingur spælt seg víðari til næsta umfar í Conference League. Teir skulu til Belgia at vitja Gent 25. juli.

Poul Kallsberg í fagnaðarhýri, eftir at hann setti bóltin í máli til 1-0 í fyrra hálvleiki. (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg í fagnaðarhýri, eftir at hann setti bóltin í máli til 1-0 í fyrra hálvleiki. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-18 19:57 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað gjørdi til ein munandi størri dystur um bóltin í seinna hálvleiki. Liðini bæði høvdu lisið hvønn annan meir av, og gjørdist spælið tí meir skipað. Hóast hetta, so komu bæði málini í fyrra hálvleiki.

Fyrst Poul Kallsberg, sum eftir hálvan tíma, púra eirindaleysur setti bóltin í netið eftir ósketnan returbólt og harnæst Finnur Justinussen, sum beint fyri hálvleik, úr 25 metrum setti bóltin hegnisliga í handara horn. Hetta er fyrsta evropeiska málið hjá Finni Justinussen í tíggju ár. Seinast var á Svangaskarði 10. juli 2014

Tað kundi tó lættliga enda øðrvísi, var tað ikki fyri ein stórspælandi málmann í Víkinga-málinum. Bárður á Reynatrøð hevði tvær fantombjargingar, ein í hvørjum hálvleiki. Tær vóru báðar av sera stórum leikligum týdningum.

FK Liepaja hevði vist sínar møguleikar, men teir vóru fáir, har teir gjørdust serdeilis vandamiklir. Tá tíggju minuttir restaðu í vanligu leiktíðini høvdu Liepaja tveir stórar málmøguleikar, men Bárður á Reynatrøð bjargaði einu skotroyndini í stórum stíli og hin royndin rakti á yvirleggjaran og út.  

Tríggir minuttir fyri leiklok var rok millum partarnar. Ein Liepaja leikari heldur seg vera slignan niður av Atla Gregersen, men tað var eygsæð, at hesin leikarin vildi skapa reaktiónir. Tað endaði við einum gulum korti til Atla Gregersen og einum gulum korti til leikaran, ið lat seg fella. Umframt tað, fekk Liepaja leikari ávaring fyri at tosa við dómaran í óhøviskan og ólógligan mun.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, verður Ingi Jonhardsson feldur beint uttanfyri brotsteigin hjá mótstøðuliðnum. Svenski dómarin, Joakin Östling, letur tað ikki við seg koma og sigur, at onki revsivert fór fram.

Hjá Víkingi vórðu hesir innskiftir: 70' Jørgen Nielsen (fyri Finnur Justinussen), 76' Ingi Jonhardsson (fyri Olaf Bárðarson) og 87' Árni Nóa Atlason (fyri Sølva Vatnhamar).

Víkingarnir eru fimm ferður áður komnir víðari í Evropa. Nú fara teir á sætta sinni víðari, og skulu teir um átta dagar møta belgiska stórliðnum Gent.

UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18.07
19.00: Víkingur - Liepaja 2-0 (3-1 samanlagt)

30' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
43' Finnur Justinussen (Geza David Turi)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder