Fótbóltur

Eisini seks evropeiskir dystir næstu tvær vikurnar

Víkingur, HB og KÍ skulu nú spæla móti liðum úr Belgia, Kroatia og Svøríki. Øll byrja á útivølli - í øllum uppgerðunum vera mótstøðuliðini hjá føroysku feløgini í leikluti sum risafavorittur.

Poul Kallsberg og liðfelagirnir kundu fengast um 2-0 sigurin á Liepaja í gjárkvøldið - skjótt seta víkingarnir kósina til Belgia (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg og liðfelagirnir kundu fengast um 2-0 sigurin á Liepaja í gjárkvøldið - skjótt seta víkingarnir kósina til Belgia (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-19 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur vann í gjár 2-0 í Klaksvík, eins og KÍ gjørdi í síðstu viku. Bæði liðini spældu javnt á útivølli - í ávíkavist Lettlandi og í Luksemborg - og hava harvið spælt seg víðari.

Sí eisini: 
Víkingur víðari í Conference League
KÍ skal til 2.umfar í Champions League

Tað er í hvør sínari kapping, men uppgávan hjá Víkingi er á pappírinum ikki lætttari enn hjá KÍ - heldur tvørturímóti. Belgiska deildin er styrkismett hægri enn tann svenska, og virðið á hópinum hjá Gent er hægri enn á mótstøðuliðunum hjá KÍ og HB.

Júst HB "avloysir" grannarnar B36 sum triðja føroyska umboðið í evropeiskum fótbólti næstu vikurnar. B36 tapti í 1. umfari móti lettiska FK Auda uttan at gera ein vørr. HB kemur inn í 2. umfar av Conference League, av tí at liðið er steypavinnari.

HB fekk tó ógvuliga torført lutakast: Ein Champions League-vinnari (Ivan Rakitic) er júst lagdur aftuat hópinum hjá Hadjuk Split, aðrir sum hava spælt HM-finalu eru við, og fyrri dysturin verður í Split 25. juli.

[object Object]
Adolfo Sormani og hansara toymi skulu finna nógvar loysnir fyri at gera tað spenanndi móti Hadjuk Split, sum eisini hevur italskan venjara: Gennaro Gattuso (Savnsmynd Sverri Egholm)

[object Object]
Árni Frederiksberg skoraði tey bæði málini í 1. umfari hjá KÍ. Liðið helt eisini málið reint báðar dystirmar móti Differdange úr Luksemborg - nú verður mótsstøðuliðið væl sterkari (Mynd: Sverri Egholm)

Sama dag spælir Víkingur í Belgia - eisini í 2. umfari í Conference League. KÍ skal til Svøríkis sunnudagin og spælir í Malmö týsdagin. Svensku meistararnir síggja sera sterkir út í løtuni og hevur felagið verið í Champions League-bólkspælinum fleiri ferðir seinastu tíggju árini. KÍ vann gamaní á svensku meistarunum í fjør, men Malmö FF er sterkari enn Häcken var tá, og føroyameistararnir síggja avgjørt ikki út til at vera á sama stigi sum summarið 2023.

Tað er ógvuliga ósannlíkt, at nakað føroyskt felag kemur víðari, og tað at fáa stig til føroyskan fótbólt næstu tvær vikurnar verður eisini trupult. KÍ, HB og Víkingur fara so at gera eina roynd - Portalurin fylgir gongdini.

Champions League 2. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 23. juli
18.00: Malmö FF - KÍ

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hósdagin 25. juli

KAA Gent - Víkingur
Hadjuk Split - HB

Fyri HB og Víkingur verður tað í øllum førum gott at hava fingið nakrar milliónir  inn fyri at vera í 2. umfari.

KÍ fær yvir fimm milliónir fyri at 2. umfar í Champions League, og um føroyameistararnir fara út, so hava teir tveir eyka møguleikar at koma í bólkaspæl: Europa League og Conference League. Mánadagin verður greitt hvørjum KÍ møtir í Europa League, um liðið fer út úr Champions League.

Rættað og dagført: 12.52 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder