Hóast KÍ ongantíð megnaði at vísa veruligar vøddar í dagsins dysti, megnaðu teir at halda 2-0 leiðsluna frá fyrra dystinum. Ikki var talan um sannførandi og pent fótbóltsspæl yvirhøvur, men teir megnaðu tað, teir høvdu sett sær fyri - at koma víðari til 2. umfar í Champions League. Við einari fantombjarging og fleiri stinnum bjargingum, megnaði Mark Fabricius Jensen í KÍ málinum, at halda málið reint. KÍ stóð seg rímiliga væl í nøkrum verjustøðum, har teir megnaðu at blokera skotroyndum frá Differdange.
Fyritreytirnar batnaðu nakað, tá Differdange eftir VAR-check fekk ein mann útvístan eftir góðan hálvan tíma. Tá opnaði upp í sentrala leikinum og KÍ fingu meir rúm. Hetta gav KÍ betri fyritreytir, men megnaði liðið ikki at gagnnýta tað til frama fyri málúrtøkuni. Hóast tað, so megnaði KÍ at spæla seg víðari til 2. umfar í Champions League, tí endaliga støðan gjørdist til málleysan javnleik.
KÍ skal leika móti Malmö FF týsdagin 23. juli í Malmö, Svøríki.
3-4-3 // 5-4-1
Mark Jensen (MM), Alexander Berntsson, Børge Petersen, Cédric Yambéré, Patrick Da Silva, Claes Kronberg, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Albert Ejupi, Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð (L)
Fyri KÍ vóru hesir innskiftir: 46' Deni Pavlovic (fyri Albert Ejupi), 67' Michael Williams (fyri Patrick Da Silva), 78' Kristoffer Ødemarksbakken (fyri René Shaki Joensen), 78' Odmar Færø (fyri Cédric Yambéré) og 86' Pætur Petersen (Páll Klettskarð)
UEFA Champions League 2024 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 17. juli kl. 18:00
FC Differdange - KÍ 0-0 (0-0)*
*KÍ vann fyrra dystin 2-0 og samanlagda úrslitið yvir tveir dystir er tí 2-0 til KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald