Fótbóltur

B36 úti uttan at gera ein vørr

Tveir dystir, null mál og einki stig til føroyskan fótbólt. Hetta gjørdist ikki nakað evropeiskt ævintýr hjá Magna Hoseth og B36.

FK Auda skoraði dagsins mál eftir eina gávu frá verjupartinum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

FK Auda skoraði dagsins mál eftir eina gávu frá verjupartinum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-17 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skuldi nógv til fyri at venda tí eftir 2-0 tapið í Lettlandi í síðstu viku, og B36 gjørdi ikki nóg mikið í dag - ikki nær námind tí.

Auda hevði nakrar vandamiklar og kvikar spælarar fremst, sum hóttu beinanvegin, tá útiliðið var greitt omaná. B36 tordi ikki heilt at sleppa hondbremsuna, og tá heimaliðið fekk stýrt meira við bóltinum, so vantaði skerpni og dygdir at veruliga bróta ígjøgnum og skapa nakað.

Hannes Agnarsson hevði nøkur trekk, og størsti møguleikin hjá heimaliðnum kom, eftir at hann spældi bandaspæl og rak í høgru. Bólturin endaði hjá Mattiasi Hellisdal á brotsteigarmarkinum. 18-ára gamli miðvallarin vísti nakrar góðar taktir, og umvegis eitt Auda-bein rakti bólturin stongina. Hann stakk út til Símun Sòlheim, men málverjin bjargaði hansara roynd.

Hoseth royndi seg við útskiftingum og seinni at skifta leikskipan, men tað sá ongantíð út til, at B36 av álvara hótti og trýst sterku verjuna hjá Auda.

[object Object]
Vilmer Rønnberg í nærdysti. Svenski miðverjin átti sín lut í málinum hjá Auda (Mynd: Sverri Egholm(

Í 62. minutti fór luftin nakað úr B36-ballónini. Silas Eyðsteinsson og Vilmer Rønnberg misskiltu hvønn annan í uppspælinum, sendingin hjá málverjanum var ikki góð, og Vilmer var ikki til reiðar; ikki nóg árvakin. Teir fingu heldur ikki vart fyri, tá Talla fekk rullað bóltin í netið.

Eftir hetta var so at siga eingin veruligur spenningur. B36 royndi, men einki spurdist burturúr. Fyrstu ferð síðani 2019, at B36 spælir í Evropa uttan at koma víðari minst einaferð. Hetta er fyrstu ferð, at Auda er víðari í Evropa, og var tað fult uppiborið hjá lettiska liðnum við altjóða íblástrinum.

UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 klokkan 18 á Tórsvølli
B36 - FK Auda 0-1 (0-0) - 0-3 samanlagt

B36 (3-5-2): Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen (L), Vilmer Rönnberg, Thomas Lillo - Símun Sólheim, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal, Michal Przybylski, Fabian Østigård Ness - Hannes Agnarsson, Zean Peetz Dalügge

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Bjarki Nielsen, Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen, Jelle van der Heyden, Tobias Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder