Fótbóltur

Teitur Gestsson takkar fyri seg

HB hevur slept einari bumbu seinnapartin. - Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju, sigur Teitur Gestsson.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-24 16:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teitur Matras Gestsson gevst við at spæla fótbólt. Málmaðurin hjá HB hevur í meira enn eitt áratíggju verið ímyndin av HB.

Við sínum 416 dystum fyri besta liðið eigur hann metið fyri flestar dystir í søgu felagsins.

- Eg havi tikið hesa avgerð í kærleika til HB og til meg sjálvan og mína familju. Og sjálvt um eg sigi farvæl sum leikari, so sigi eg ikki farvæl við felagið, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá HB.

HB takkar honum fyri tíðina.

- Vit siga farvæl við meira enn ein spælara. Vit siga farvæl við eina legendu, ein leiðara og eina fyrimynd, sum hevur givið alt fyri felagið. Og hóast handskarnir eru stórir at fylla, virða vit hansara avgerð og takka honum so hjartaliga fyri alt, sum hann hevur givið okkum HBarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder