Fótbóltur

Teitur verður ikki við

Ársins málverji í 2018 er ikki tøkur til seinna Europa League-dystin ímóti Linfield - hann og unnustan vænta sítt barn nummar tvey.

Teitur Matras Gestsson - her í viðtalu við Portalin eftir 3-0 sigurin á TB leygardagin

Teitur Matras Gestsson - her í viðtalu við Portalin eftir 3-0 sigurin á TB leygardagin

2019-07-30 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB spælir hóskvøldið seinna dystin í 2. umfari í Europa League. Dysturin verður í norðurírska høvuðsstaðnum, og eftir 2-2 í Gundadali fyri viku síðani, har HB var greitt omaná í spælinum, er alt opið.

Føroyameistararnir eru farnir av landinum fyrr í dag - tað var uttan 26-ára gamla málverjan Teit Matras Gestsson. Teitur gjørdist ársins málverji í føroyskum fótbólti í fjør og vardi málið hjá A-landsliðnum í seinastu undankappingardystunum ímóti Spania og Noreg. Teitur hevur spælt allar dystirnar fyri HB í ár, og leygardagin var hann liðformaður.

Teitur Gestsson verður verandi í Føroyum, av tí at hann og unnustan vænta barn heilt skjótt. Teitur ynskir at vera við til føðingina og er tí ikki við í hópinum hjá HB hesuferð. Hetta váttar málverjin fyri Portalinum.

Nógv bendir á, at tað verður Bjarti Vitalis Mørk, ið kemur at verja málið hjá HB í Belfast. 18-ára gamli leikarin hevur verið eykamálverji allarflestu dystirnar hjá HB í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder