
Håcan Ericson og hansara toymi hava sett liðið í Andorra.
Føroyar (4-3-3): Teitur Matras Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, – Jóannes Bjartalíð, Klæmint Andrasson Olsen, Patrik Johannesen
Ikki óvæntað er tað Teitur Matras Gestsson, ið skal verja málið. Tað gjørdi hann eisini, tá Gunnar Nielsen ikki var tøkur í fjør, og Teitur hevur havt eitt sera gott kappingarár í HB.Teitur spælur ístaðin fyri Gunnar (Mynd: Sverri Egholm)
Móti Malta byrjaði Meinhard Egilsson Olsen inni fyri fyrstu ferð á a-landsliðnum. Í dag er tað Patrik Johannesen, ið byrjar til vinstru. KÍ-leikarin varð ikki úttikin í fyrstu syftu, men tá Kaj Leo í Bartalsstovu ikki kundi koma við kortini, varð tvøramaðurin, sum fyllur 25 ár í morgin, tikin við ístaðin. Nú skal hann spæla frá byrjan í Andorra.
Eykaspælarar: Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Jákup Biskopstø Andreasen.
Dysturin byrjar klokkan 14 og sæst í Kringvarpinum. Til ber at fylgja á gongdini á forsíðuni á Portalinum.
Les eisini: Føroyar skulu royna at halda fast í fullum stigatali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald