Fótbóltur

Føroyar skulu royna at halda fast í fullum stigatali

Føroyingar eru í favorittleiklutinum í Andorra men hava ongantíð vunnið tveir teir fyrstu dystirnir í einari kapping, har dystirnir eru altjóða skrásettir.

Føroyar vunnu 3-2 á Malta hóskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar vunnu 3-2 á Malta hóskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-06 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá teimum flestu veddingarfyritøkunum fær ein peningin beint yvir tvær ferðir aftur, um hann verður settur á Føroyar, og um liðið hjá Håkani Ericson so vinnur á Estadi Nacional seinnapartin. 

Seinast Føroyar spældu har var 25. mars í 2017. Talan var um HM-undankappingardyst, og Føroyar í favorittleiklutinum hildu málið reint men megnaðu ikki at bróta verjumúrin hjá Andorra niður og skora. Tað eydnaðist tó beint yvir fimm mánaðir seinni, tá Andorra vitjaði á Tórsvølli. Eftir hálvan tíma fekk Gilli Rólantsson Sørensen pláss í brotsteignum, og tvøramaðurin skoraði sítt fyrsta landsliðsmál og tað einasta málið í dystinum.

[object Object]
Gilli leggur her Føroyar á odda móti Andorra (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli er ikki í hópinum hesuferð vegna koronu. 28-ára gamli leikarin er higartil tann einasti, ið hevur skorað í innnhýsis uppgerðum millum Føroyar og Andorra - londini spældu 0-0 í venjingardysti í 1999 - men hetta vilja føroyingar broyta uppá í dag. Klæmint Andrasson Olsen segði við Portalin í gjárkvøldið, at føroyingar skulu verða verða effektivari framman fyri málinum enn hóskvøldið móti Malta, tó at Føroyar hóast alt skoraði trý mál (Klæmint eitt av teimum) men misnýttu fleiri stórar málmøguleikar. 30-ára gamli áleyparin vísur á, at Andorra helst aftur hesuferð kemur út við einum verjukendum útgangsstøði, og at tað krevst tol hjá føroyingunum.

Les eisini: 
Bert eitt mál í trimum dystum millum londini
Bjartskygni í Andorra

Sí eisini: 
Myndir: Venja seg við undirlagið í fjallalandinum                 

Hetta er bert landsdystur nummar tvey hjá Håkani Ericson, og áhugavert verður at síggja, hvussu hetta fer at hátta seg. Í dystinum á Tórsvølli hóskvøldið vóru tvær heilt góðar løtur: Fram til og við 1-0 málið í 25. minutti og seinastu minuttirnir, har Føroyar løgdu trýst á og skoraðu til 2-2 og 3-2. Ein áhugaverd broyting var, at Sølvi Vatnhamar var á verjukenda miðvøllinum og var nógv við í uppbyggjandi spælinum. Jóannes Bjartalíð og Meinhard Egilsson Olsen lógu tætt við Klæmint og søktu nógv í dýpdina. Í dag verður helst nógv minni av bakrúmi, og føroyska liðið fær helst at spæla nakað øðrvísi - Hetta var Håkan Ericson longu inni á hóskvøldið. Málskjúttin til 1-0 segði soleiðis um sigurin: 

- At vinna ársins fyrsta landsdyst er sera umráðandi fyri liðið og fyri nýggja venjaratoymið - tað gevur okkum áræði at halda fram við nýggja konseptinum

[object Object]
Klæmint í dysti móti Andorra í 2017 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Sølvi og Brandur til venjing í Andorra í gjár (Mynd: FSF)

Andorra fekk hóskvøldið 0-0 javnleik í Lettlandi og stóð seg rímiliga væl í farnu undankapping. Føroyar hava ongantíð áður vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í einari kapping - fyriuttan á Oyggjaleikum, bolt.fo vísur fyrrapartin á, at Føroyar ígjøgnum søguna hevur vunnið fimm kappingardystir á útivølli. Spennandi verður, um tann sætti kemur í hús 6. september og Føroyar koma upp á seks stig í bólki A.

Fyrsta bríksl í Andorra verður klokkan 14.00. Til ber at síggja dystin hjá Kringvarpinum. Vit fylgja gongdini á forsíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder