Fótbóltur

- Skulu vera tolnir og effektivari

Sigurin hóskvøldið gevur okkum áræðið at halda fram við nýggja konseptinum, sigur Klæmint Andrasson Olsen, ið vísir á, at Andorra helst fer at líkjast tí útgávuni, ið Føroyar møttu í 2017.

Frøin var stór eftir 1-0 málið á Tórsvølli hóskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frøin var stór eftir 1-0 málið á Tórsvølli hóskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-05 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vunnu Føroyar 3-2 á heimavølli móti Malta. Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda við góðum máli í 25. minutti, men so steðgaði føroyska yvirvágin og neyðugt var við tveimum sera góðum málum frá Lava og Brandi móti endanum av dystinum.

Les eisini: Bert eitt mál í trimum dystum millum londini

- Sjalvandi hevur tað nógv at siga persónliga at skora mál, og hesaferð skoraðu báðir áleypararnir, so tað er ógvuliga positivt fyri alt liðið. At vinna ársins fyrsta landsdyst er sera viktigt fyri liðið og fyri nýggja venjaratoymið - tað gevur okkum áræði at halda fram við nýggja konseptinum.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagnir til venjing í Andorra seinnapartin (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Hetta sigur Klæmint Olsen við Portalin. 30-ára gamli áleyparin fyrireikar seg nú saman við liðfeløgunum til at spæla ímóti Andorra, ið Føroyar seinast spældur ímóti fyri trimum árum síðani. Ikki nógv er broytt, sigur Klæmint.

- Alt sum vit hava sæð til Andorra nú, líkist nógv tí sum vit sóu í 2017. Teir standa djúpt og eru ógvuliga trúgvir móti sínum defensiva konsepti, men teir eru eisini dugnaligir til kontraspæl. So vit koma nokk at verða meira á bóltinum enn teir, men teir eru ringir at bróta niður.

Hvat skal so til?

- Vit skulu verða tolnir í okkara uppspæli, og so skulu vit verða verða effektivari framman fyri málinum enn hóskvøldið móti Malta.

Sambært rituvíkinginum eru umstøðurnar kendar, og leikararnir eru meira vanir við serliga fyrilitið ið skal takast í samband við koronusmittuna.

[object Object](Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

- Umstøðurnar á stadion eru tær somu sum í 2017, so tær kenna vit. Vit búgva á einum hotelli sum ongar aðrar gestir hevur enn okkum frá landsliðnum. Og treytirnar eru tær somu, sum tær hava verið við masku, handskum og frástøðu. Tað eru vit blivnir vanir við nú.

- At staðið við 6 stigum eftir tveir dystir hevði verið fantastiskt. Vit trúgva fult og fast uppá, at vit kunnu knógva teimum í morgin, sigur Klæmint Andrasson Olsen at enda úr Andorra.

Føroyar og Andorra spæla í Nations League deild D, bólki A í morgin klokkan 14. Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya vísir dystin.

Sí eisini: Myndir: Venja seg við undirlagið í fjallalandinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder