Fótbóltur

Bert eitt mál í trimum dystum millum londini

Føroyar hava ongantíð latið mál inn móti Andorra men hava hinvegin bert skorað eitt mál í trimum dystum. Í farnu undankapping stóð Andorra seg betri enn Føroyar.

Gilli Rólantsson leggur her Føroyar á odda móti Andorra í septmeber 2017. Hetta er higartil einasta málið í dystum millum londini (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson leggur her Føroyar á odda móti Andorra í septmeber 2017. Hetta er higartil einasta málið í dystum millum londini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-05 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru trý ár og tveir dagar síðani, at Føroyar á Tórsvølli bastu Andorra. 3. september 2017 vóru Føroyar favorittar undan HM-undarkappingardystinum millum londini og eftir ein hálvan tíma fekk Gilli Rólantsson Sørensen sett bóltin í málið hjá Andorra. Talan var um fyrsta landsliðsmálið hjá tvøramanninum, sum ikki er tøkur hesuferð - tað varð tað einasta í dystinum.

[object Object]
Føroyingar fegnast um málið (Mynd: Sverri Egholm)

At Føroyar megnaðu at halda málið reint móti Andorra, var ikki nakað nýtt. Tað gjørdi liðið hjá Lars Olsen eisini síðst í mars sama árið, tá londini spældu málleysan javnleik í Andorra á einum køldum degi, á einum ringum graslíkisundirlagi og í einum dysti har Jóan Símun Edmundsson varð útvístur.

Tað endaði eisini við málleysum javnleiki, tá Føroyar og Andorra hittust á fyrsta sinni. Tað var í mars í 1999 - í einum vinardysti í Cadiz í Spania. 

Harvið er samanlagda úrslitið millum Føroyar og Andorra í trimum dystum 1-0. 

Vinardystur
(1999)
Andorra - Føroyar 0-0 (leiktur í Spania)

HM-undankapping
Mars 2017
Andorra - Føroyar 0-0
Reytt kort: Jóan Símun Edmundsson (74')

September 2017
Føroyar - Andorra 1-0
31' Gilli Rólantsson Sørensen 1-0

Andorra fekk í farnu undankapping eitt stig meira enn Føroyar og lat tíggju mál færri inn í teimum tíggju dystunum. Lítla landið millum Fraklandi og Spania megnaði at vinna 1-0 á heimavølli móti Moldova og fekk 2-2 í Albania. Á útivølli móti fronsku heimsmeistarunum kom Andorra á odda, og tá Frakland fekk brotsspark í 79. minutti var støðan 1-1. Oliver Giroud fekk umsett til mál úr ellivu metrum.

Andorra er kent fyri at spæla ógvuliga verjukent og roynir í høvuðsheitinum at draga leikferðina í dystinum langt niður, samstundis sum liðið eisini kann spæla hart. 40 ára gamli verjuleikarin Ildefons Lima hevur verið við allar dystirnar móti Føroyum, men nú er fyrrverandi liðformaðurin við 128 landsdystum og 11 málum tveittur av landsliðnum. Hetta skrivar millum annað in.fo.

Føroyska landsliðið fer um eina løtu í gongd við eina venjing á leikvøllinum, ið spælast skal á í morgin. Håkan Ericson segði hóskvøldið við Portalin, at talan er um eitt lið, ið liggur langt afturi á vøllinum, at graslíkisvøllurin í Andorra er vánaligur og ger tað trupult at spæla skjótan fótbólt. Svenski landsliðsvenjarin segði, at hetta ger, at nakrar justeringar verða taktiskt og møguliga onkur broyting í byrjunaruppstillingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder