Fótbóltur

Video: - Her býr ein stoltleiki og ein kensla av ongantíð at geva upp

Nýggi landsliðsvenjarin var væl nøgdur við fyrsta hálva tíman, við endan, og við tað at leikararnir ongantíð løgdu seg í 3-2 sigrinum á Malta. Hann staðfesti tó, at har er nógv at arbeiða við frameftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-03 23:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håcan Ericson og hansara toymi hava bert havt tríggjar landsliðsvenjingar saman við hópinum, og tað eru nógv ting at venja seg við hjá leikarunum.

Venjarin kundi í kvøld fegnast um, at føroyska liðið skapti nógvar stórar málmøguleikarnar, og at dygdirnar hjá einstøku leikarunum og samlaði hugburðurin til endans tryggjaði sigurin.

Hoyr eisini 60-ára gamla svian seta orð á uppgávuna, ið er fyri framman í Andorra sunnudagin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder