Seinasta hond verður í løtuni løgd á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin millum Andorra og Føroyar, sum verður á Estadi Nacional í Andorra sunnudagin klokkan 14, føroyska tíð.
Føroyski hópurin kom upp á pláss seint fríggjakvøldið, eftir fyrst ein flogtúr í tríggjar tímar, og síðan aftur tríggjar tímar í bussi frá Barcelona til Andorra la Vella, sum høvuðsstaðurin í Andorra kallast.
Men ferðin gekk væl, og tað vóru nakrir væl upplagdir spælarar, ið vandu á leikvøllinum seinnapartin leygardagin, har dysturin verður. Talan er um eitt lítið stadion, við graslíkið, so umstøðurnar eru ikki heilt ókendar.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Andorra er komið væl frá byrjan í hesari kappingini. Beint áðrenn Føroyar og Malta fóru á vøllin hósdagin, høvdu Lettland og Andorra spælt málleysan javnleik á Daugava Stadion í Riga. Tað er tí neyvan nakað at ivast í, at bæði liðini ætla sær sigurin á Estadi Nacional sunnudagin klokkan tvey.
Veðrið í Andorra er gott, og meðan vant varð á stadion, vóru eini 22-25 hitastig. Men sambært veðurforsøgnini fer at regna, meðan Andorra og Føroyar fara at stríðast á vøllinum.
Um alt gongur eftir ætlan, verður ferðalagið aftur í Føroyum seint sunnukvøldið.
Les eisini: Klæmint: Skulu vera tolnir og effektivari
Sí eisini: Myndir: Venja seg við undirlagið í fjallalandinum
Les eisini: Bert eitt mál í trimum dystum millum londini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald