Stórur partur av fótbóltsheiminum fylgdi við, tá tíðindini bórust um at tyrlan, sum Vichai Srivaddhanaprabha, sum átti Leicester City, var dottin niður.
Vichai setti seg í tyrluna eftir heimadystin hjá Leicester tann 27. oktober, og tyrla setti seg av leikvøllinum. Men bert fá sekund eftir datt honum niður uttanfyri King Power Stadium.
Nú er funnið fram til orsøkina til at tyrlan datt niður. Kanningar hava víst, at tyrluskiparin misti tamarhald á tyrluni, tí at eitt tekniskt brek var í mekanismuni, sum krøkir pedal og halablað saman. Brekið gjørdi, at tað var ógjørligt at tyrluna í javnvág.
Tyrlan var áleið 130 metrar uppi í luftini, tá hon datt niður. Fimm fólk lótu lív í vanlukkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald