Hon hevur leingi arbeitt innan ítróttarviðgerð. Fyrioterapeuturin hevur verið virkin í millum annað B36 - hjá besta mansliðnum - og sum heild viðgjørt nógv ítróttarfólk.
Beinta Bendix Laursen minnist ikki heilt, nær hon byrjaði við kvinnulandsliðnum í hondbólti, men minnist at tað var áleið samstundis sum núverandi liðskiparin Pernille Brandenborg kom við. Hetta var fyri beint yvir átta árum síðani.
Pernille hevur flest skrásettar A-landsdystir (43 - ein fleiri enn Turið Arge Samuelsen) og skjótt skulu tær, Beinta og hinar til EM. Tá Portalurin tosaði við fryntliga fysioterapeutin á Hálsi í dag, staðfesti hon, at heilt nógv er hent í føroyskum kvinnuhondbólti.
- Vit spældu færri dystir fyrr, og tað kom fyri at spælarar søgdu, at "eg tími ikki landsliðið í ár - kanska næsta ár". Nú er tað nakað heilt annað. Spælararnir eru nógv betri fyri og fleiri fara av landinum at veruliga royna seg.
Havnarkvinnan hevur til tíðir út at gera við at leggja tape, við at trýsta ymsastaðni, við at spyrja og við at viðgera vøddar. Men tað snýr seg sanniliga eisini um menniskjaliga partin: Tað heila menniskja sum Beinta sigur.
- Í summum førum er tað ógvuliga umráðandi at práta nógv við spælarar. Tær hava eisini tørv á onkrum, sum kann lurta.
Beinta og Brynja Høj undan dagsins venjing (Mynd: Sverri Egholm)
Saman við trúfasta liðleiðaranum Ingu Dahl, er Beintu Laursen við at syrgja fyri góðum umstøðunum hjá spælarum - og eisini góðum lagi: Beinta hevur nógv gott at siga um Ingu.
Beinta Bendix Laursen spældi sjálv fýra á A-landsdystir í seinnu hálvu av nítiárunum. Hetta var í stóran mun á túri til Grønlands, har Grønland og Ísland vóru mótstøðuliðini. Hetta minnist núverandi fysioterapeuturin væl aftur á - tó at hon staðfestir, at hon helst ikki kundi verið nýtt á vøllinum í nýmótans hondbólti.
Beinta Bendix Laursen í viðtalu við Portalin - hoyr samrøðuna ovast her (Mynd: Sverri Egholm)
Nú gleðir Beinta seg til EM, ið verður stórt, og hon setur í samrøðuna eisini orð á kropsligu støðuna í hópinum eftir nógvar venjingar seinastu tíðina.
Hoyr samrøðuna undir "innganginum" - áðrenn sjálvur teksturin byrjar
Tøl: HandballStatz
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald